Føroya Pedagogfelag metir, at ein lógarfestur normeringslykil við greiðum leiðsti fyri, hvussu játtanir til dagstovnar skulu umsitast, er alneyðugur.
Fíggjarleisturin hjá Tórshavnar kommunu gruggar veruligu støðuna á dagstovnaøkinum. Hóast undanfarna samgonga tvíhelt um, at tey høvdu hækkað normeringina, so er veruleikin á dagstovnaøkinum tann, at økið bløðir.
Tølini tala fyri seg
Um ein hyggur eftir, hvussu nogv ársverk/starvsfolk Tórshavnar kommuna hevur í starvi á dagstovnaøkinum, og samanber við økta barnatalið sama tíðarskeið sæst skjótt, at fíggingin als ikki fylgir tørvinum, men heldur verða stórar sparingar framdar.
Ár | 2017 | 2018 | 2019 | 2020 | 2021 |
Børn p.r. á.v. | 6,81 | 6,37 | 6,74 | 7,67 | 8,21 |
Í 2017 vóru í miðal 6,81 børn fyri hvørt ársverk á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu. Í fíggjarætlanini, sum Tórshavnar kommuna hevur lagt fyri í 2021 síggja vit, at barnatalið fyri hvørt ársverk nú er hækkað til 8,21 børn. Ein øking á 1,4 barn fyri hvørt ársverk í mun til 2017.
Undanfarna býráð í Tórshavnar kommunu, hevur ikki gjørt sítt arbeiði nóg væl, men hevur verði við til at niðurraðfesta økið. Hóast hetta í orð og talu ikki var ætlanin.
Orsøkin finnist helst í fíggjarleistinum við miðaltølum hjá kommununi. Ein leistur, íð púra skeiklar økið.
Raðfestingar skulu til
Hesi tøl siga eina søgu um eina gongd. Í dag verður alt ov nógv kravt av verandi starvsfólki. Eitt krav um, at tey eru super menniskju – tað eru tey so eisini – men, tey eru eisini byrjað at ríma av dagstovnaøkinum, í onnur størv. Tað síggja vit longu, at námsfrøðingarnir so smátt eru farnir at gera.
You must be logged in to post a comment.