Tað góða lívið má verða málið og endamálið

Grein úr “Eftirskúlablaðið 2016”.

Samfelagið uppalir og lærir okkum at vera strongd, at vera ónøgd og fram elur mistreysti.

Tá samfelagið flytur sjóneyka yvir á botnlinjuna, hvørt vit eydnast ella ikki í lívinum – og tá skipanir, dagstovnar, skúlar og annað flyta sítt virksemi yvir at hugsa í effektivitet í mun til pengarnar heldur enn hvat einstaka barnið fær burturúr, tá byrja vit at skapa okkum nakrar størri samfelagsligar trupulleikar.

Hvat meini eg við? Jú, vit eru eftirhondini upp fløska við, at alt skal vera effektivt og øll skulu fáa, sum mest burturúr fyri minst møguligt stríð ella bara fyri minst, hugtakið eitur á enskum “New Public Managment”. Tað almenna skal renna skjótari, megna meira og altíð fyri minni. 

Tykist oftani at tað verður gloymt, at tað almenna er eisini skúlin, vøggustovan, barnagarðurin og aðrir stovnar sum taka sær av menniskjum, sum einamest hava tørv á at fólk hava tíð til tey, og serliga her kann tað, at starvsfólk skulu renna skjótari hava nakrar vandamiklar fylgjur. 

Vit hoyra um hvussu okkara útbúgvingarskipanir skulu vera kappingarførar við umheimin, hvussu vit sum einstaklingar skulu vera kappingarfør – tí skal samfelagið tryggja at øll fáa sum mest burturúr, helst so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. 

Kanningar vera lagdar fram har inntøkurnar hjá javnaldrum verður samanborin í mun til útbúgvingargongd, sum um inntøkan var skilabesta amboð at staðfesta hvørt skipanir eru skilagóðir ella ikki – og kanska hevur hetta eisini ein ávísan týdning. 

Útbúgvingarstøð og lond vera uppgjørd við “rankinglistum” eitt nú PISA og annað fyri at meta um skipanirnar eru á rættari leið. Alt tí at búskapurin og nøkur lyklatøl í búskapinum skulu ganga upp. 

Hvat er tað “góða lívið” – ein spurningur, ið helst hevur ymisk svar, alt eftir hvønn tú spyr. Tó tykist fleiri tekin vera um, at fleiri og fleiri seta tað góða lívið í samband við fíggjarligt rásarúm. Er talan um vøkstur í samfelagnum, verður bert hugt eftir búskaparligum teknum. Er brutto tjóðar úrtøkan í vøkstri, tá smílast politikkararnir og klappa sær sjálvum á herðunum, meðan hendir tað øvugta er villur uppstandur og kappast skipanir við at skerja útreiðslur, oftani uttan serligt fyrilit, uttan at hugsað um avleiðingar, serliga menniskjansligar avleiðingar. Virði hjá menniskja liggur oftani í at vera til nyttu, og vera til nyttu er tætt samanknýtt við at hava eitt starv, sum gevur tann einstaka meining.

Tá endamálið við barnaárini verður at klára seg væl í framtíðini, og tað at klára seg væl tykist merkja, at hava eitt starv við nógvari løn, heldur enn eitt lív sum gevur meining, so setur tað krøv til hvussu samfelagið skipar seg.

Dagstovnar og skúlar skulu tá vera klekingar maskinur, framum mentanarberandi stovnar, sum skulu tryggja at børn ogna sær so nógva vitan og førleikar, sum gjørligt, so skjótt sum gjørligt, soleiðis at tey standa seg betur í kappingini um tey “góðu” ella væl løntu størvini. Bruttutjóðar úrtøkan skal hækkast – tí tað er soleiðis vit máta hvørt vit liva í einum samfelagið í “menning”. 

Úrslitið gerst skjótt at vit bert skulu renna skjótari og skjótari – og tað eru tekin um at hetta er veruliga gongdin tí vit síggja hækkandi “strongd” mátingar, fleiri sjúkrameldingar og eitt stórt útboð av sjálvsmenningarskeiðum við heitum sum “mindfulness”, at læra at liva í nú´inum er vorið ein handilsvøra. Og síðani tað byrjaða mótrákið har vit skulu læra at standa stinn og ikki lata okkum ríva við.

Alt hetta er við til at leggja lunnar undir “handilslig-gering”(commercialisation) av samfelagnum. Mátingar vera gjørdar fyri at kanna um ein stovnur framleiðir nokk av hágóðsku ella vitanar berarar, heldur enn um menniskjuni, sum koma úr skipanunum eru væl grunda í lívinum. Skipanir vera einsháttað og fjølbroytni er sætt sum ein trupulleiki. Sir Ken Robinson, ein enskur skúlaserfrøðingur  viðgerð í fyrilestrinum hjá sær “ChangingEducation Paradigms” trupulleikarnar við einsháttingini(standardiseringini) – tí tann natúrligi avleiðingin av hesum er at minni og minni rúm er fyri teimum, ið ikki heilt passa inn í einari skipan, sum gerst meira og meira snævur. Líka so væl sum talríkarútgávur frá talríkum serfrøðingum vísa á, at ymiskleikin millum læru hættir og umstøður hevur avgerandi týdning fyri úrtøkuna hjá móttakaranum.

Vit øtast øll vøksturin í harðskapsmálum, vøksturin í sálarligum trupulleikum og seta kanska ikki so oftani spurning við samfelagsskipanini ella um hesar skipanir eru partur av trupulleikanum ella ein bati fyri trupulleikan.

Spurningurin er kanska um vit kunnu væntað annað tá øll skulu vera meira líka, renna skjótari, megna meir og tola meir. Sjálvandi hevur tað avleiðingar.

At liva eigur at vera eitt endamál í sjálvum sær.

Innan námsfrøðiliga yrki er evni “robust” ella haldføri/mótstøðuførið hjá barninum eitt viðkomandi evni, og vita vit at neyðugt er at arbeiða við at styrkja børnini, eisini kensluliga, soleiðis at tey megna tær avbjóðingarnar sum standa teimum fyri framman í lívinum. Sum oftast tykist kjakið tó at snúgva seg um hvørt vit tora at lata børnini megna nakrar kropsligar avbjóðingar, at klintra, at ganga í ósløttum og hvussu skjótt tey skulu veitast hjálp tá tey eru dottin. Hetta er eisini partur av stóra evninum at vera mótstøðuførur tá lívsins ódnir bresta á rundan um teg, men ikki alt.

Fjølbroytni og ymiskleiki í útbúgvingarskipanini átti heldur at veri ein mátistokkur fyri góðskuna í okkara lærustovnum, heldur enn PISA. Hvussu væl okkara samfelag kann møta øllum, við sínum ymisleika, stór ella smá, tey skjótu ella tey seinnu, tey bókligu ella tey handaligu, ella tey sum eru væl fyri á fleiri økjum. Hvussu væl møta vit teimum, sum eru í einum aldudali ella aldutoppi? Hvussu við at hyggja eftir hvussu vit kunnu skipa okkum soleiðis at vit møta og fjálga um ymisleikan? Tí eitt er vist, skulu øll gera tað sama, liva av tí sama og passa inn í tað sama, so verður tað eitt lítið spennandi samfelag og ivist eg eisini stórliga í hvørt fíggjarligur framburður er møguligur.

Vit mugu tryggja fjølbroytni við at styrkja læru og menningarstovnar, fjølbroyttar vøggustovur, barnagarðar og skúlar er vegin fram. Fjølbroyttar á tann hátt at námsfrøðingar og lærarar sleppa at hava eitt størri frælsi til sjálvi at tilrættisleggjalæruumhvørvi. Samstundis mugu vit arbeiða við at styrkja og varðveitta meira av ”frælsa” rúminum hjá børnunum soleiðis at tey sjálvi sleppa at seta sín dám á sína menning og dagligdag.

Føroyar eru longu eitt heldur mentanarligt “homogent” samfelag, og tað versnar við flýggjanina, fyrst til høvuðsstaðin og síðani av landinum. Útjaðarin minkar og eru vit undir stórum mentanarligum trýsti frá umheimin, málsliga og harvið eisini mentanarliga. Sjálvandi koma nýggir avbjóðingar, í skapið av, at nýggjar mentanir koma til landið. Her er ikki talan um at siga, nei takk til avbjóðingarnar ella ávirkan uttanífrá, men heldur at hugsa hvussu fáa vit gagnnýtt nýggju mentanina, samstundis sum vit gera brúk og varðveita tað gomlu mentanina. So væl sum útjaðarin kann læra av miðstaðin, so gongur tað eisini hin vegin.

Vit eiga at varðveita og stimbra tað fjølbroytni sum er – fjølbroytni gevur okkum eina styrki. Føroyar hava leingi verið sera skapandi á mentanarpallinum, tónleikur og list annars hava verði partur av samfelagnum í langa tíð. Vit mugu varðveita hendan fjølbroytta sið, eisini tí mugu vit varðveitta eitt fjølbroytt vøggustovu, barnagarðs og skúlatilboð. 

Tá menniskja sleppur at arbeiða við viðurskiftið sum geva teimum meining økist ikki bara framleiðslan, men eisini góðskan og harvið fáa øll meira burturúr. Tí hevur eisini tað týdning fyri samfelagið at styrkja um fjølbroytni heldur enn at einshátta.

So aftur til spurningin – hvat er tað góða lívið? Snýr tað seg um fíggjarligt rásarúm ella um okkurt heilt annað? Eg vil við øllum hesum so pástanda, at tað góða lívið snýr seg ikki um fíggjarligt rásarúm, men heldur um at duga at stýra á lívsins oftani buldruta hav. Duga at stýra tá tað leikar á og duga at stýra tá tað gongur væl. Tað snýr seg um at hava møguleikar at læra um og arbeiða við tað, sum gevur einstaklingin meining í tilveruna. Ella sum Sir Ken Robinson sigur í bókina ”Finding your element” – tað snýr seg um at finna útav hvat tú dugir best.