“Fyri Barnsins Besta”
Námsfrøði er treyt fyri góðum dagstovnum
Í samband við at áhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” hevði 5 ára føðingardag tann 11. juni í ár, verður skipað fyri einum almennum pallborðsfundi mikudagin 25.septembur kl. 19.00 í Smæruni, Tórshavn.
Í februar 2023 handaði Dagstovnaráðið tilmælið “Fyri barnsins besta” til landsstýrismannin í Barna – og útbúgvingarmálum og til Kommunufelagið. Í tilmælinum eru 15 tilmælir um hvussu betrast kann um umstøðurnar hjá børnum og starvsfólkum á dagstovnaøkinum.
Tilmælið er býtt í fýra høvuðsøkir:
- Børn hava rætt til
- Útbúgving
- Nøktandi arbeiðsumstøður
- Menningareind fyri dagstovnar
Tilmælið kann lesast her: https://www.bumr.fo/fo/kunning/alit/fyri-barnsins-besta-tilmaeli-fra-dagstovnaradnum-2023
Á pallborðsfundinum verður sjóneykan sett á tríggjar tættir.
Trý viðurskifti, sum eiga at verða raðfest ovast, tá talan er um at fáa meira námsfrøði á dagstovnaøkið.
1. Hóskandi starvsfólkaorka og stødd á barnabólkum – tilmæli 02
2. Krøv til innandura og uttandura viðurskiftir – tilmæli 03
3. Tíð til námsfrøðiligu uppgávurnar – tilmæli 11
Við pallborðið sita:
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna – og útbúgvingarmálum
Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu
Óluva Zachariassen er orðstýrari á fundinum.
Hetta er ein almennur pallborðsfundur, har øll sum hava áhuga fyri menning av dagstovnanámsfrøðini í Føroyum, eru hjartaliga vælkomin.
Nevndin fyri “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”
Elin N W Tausen, forkvinna
Jóna Guttesen, kassameistari
Ingerð Andreassen, skrivari
Edda Hjartvarsdóttir
Ingilín Berg