Til lukku við starvinum Sólvit!

Til Sólvit Nolsø, Landsstýrismaður í Almannamálum.

Við hesum vil Føroya Pedagogfelag ynskja tær til lukku við nýggja starvinum sum landsstýrismaður í Almannamálum. Vit vóna, at samstarvið okkara millum gerst gott og fruktagott.

Í longri tíð hevur Pedagogfelagið varpað ljós á átrokandi starvsfólkatrot. Bæði í dag og í nærmastu framtíð. Vit hava varpað ljós á, at tað koma at mangla starvsfólk, umframt, at tað í ávísum økjum átti at verið ein hægri normering ella fleiri starvsfólk í lokalu skipanini. 

Øll starvsfólk innan fyri almenna og kommunala umsorganararbeiði hava í styttri og longri tíðarskeiðum, meðan korona farsóttin hevur verið yvir okkum verið undir stórum trýsti, og hava tey  í verki víst ein vilja at umstilla seg til broytiligu umstøðurnar.

Í almenna rúminum hoyrist mangan, at alment sett starvsfólk vera løgd undir at vera “dovin”, ein bági ella byrða fyri privatu vinnuna. Hetta er eitt álvarsmál, sum má verða tikið upp, tí privata vinnan og tað almenna eru tongt at hvør øðrum, og kunnu ikki vera hvønn annan fyriuttan í einum vælvirkandi vælferðarsamfelag. Tað skal verða rúm fyri øllum borgarum í samfelagnum.

Sum Landsstýrismaður í almannamálum við ábyrgd fyri Almannaverkinum eru fleiri viðurskifti, ið kunnu bøtast uppá. Áhugin fyri at søkja størvini má gerast størri og trivnaðurin og arbeiðsumstøðurnar mugu betrast. Eitt er lønin, annað er at skipa gerandisdagin hjá starvsfólkunum á so skilagóðan hátt sum gjørligt. Ikki bara fyri fíggjarstýringina hjá Almannaverkinum, men eisini fyri starvsfólkini. Hetta krevur eisini, at skikkað og eldhugað starvsfólk eru um tey í tørva námsfrøðiliga hjálp og vegleiðing.

Pedagogfelagið hevur nógv starvsfólkamál koyrandi við Almannaverkið/Lønardeildina, har limir eftir okkara tykki hava verið fyri mismuni. Úrskurðir í Gerðarættinum hava eisini staðfest hetta. Ein trýr tað er lygn, men tað, at fáa alla løn, yvirtíð, eftirløn og aðrar sáttmálbundnar samsýningar, er ikki ein sjálvfylgja. 

Vit fegnast um, at tú hevur skilt, at starvsfólkatrotið hjá m.a. Almannaverkinum er ein trupulleiki, og sum eitt tað fyrsta fert at gera nakað við hetta. Tí rætt hevur tú, almannamál krevja eyðmjúkleika, eisini tá talan er um starvsfólk.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag

mynd: kvf.fo