Um vinnan vinnur, vinna vit øll

Tað verður tikið upp í saman, “at um vinnan vinnur, so vinna vit øll”. Hetta hevur eisini verði sagt í øll hesi nógvu góðu ár, har búskapurin hevur koyrt við fullari fer. 

Og ja, vinnan hevur ongantíð havt tað so gott. Yvirskoti og vinningsbýtið útgoldið til bæði lokalar og fremmandar íleggjarar hevur verið met stórt.

Upphæddir vit ikki duga at ímynda okkum – tøl, sum taka ár at telja upp í.  

Og hóast tað, stendur vælferðarsamfelagið fyri hóttafalli við ógvusligum starvsfólkatroti – loysnirnar hjá ymisku valevnunum, sum leypa í eyga, eru eitt nú, at privatisera á eldraøkinum. Á hvønn hátt tað tryggjar øllum ein virðiligan aldurdóm á ellisheimi, veit eg ikki. 

Onnur meta, at neyðugt er at minka um arbeiðsmarknaðin við at foreldur kunnu fáa pengar frá kommununum at vera heima hjá børnunum. Ein loysn, sum bert væl bjargað kunnu velja. 

Samstundis øtast vit um versnandi sálarheilsu og málsligar førleikar hjá okkara børnum. 

Tað er týðuligt, at neyðugt er at uppraðfesta vælferðarstørv. Tað eru størv innan heilsuøkið og námsfrøðiliga økið. Vit hava latið vinnuna vunnið – nú er stundin komin, at eisini fólki vinnur; ikki minst børnini og tey, ið tørva námsfrøðiliga hjálp at megna dagin.

Tað er gott um vinnan vinnur – um vit øll vinna. Men øll vinna ikki, okkara minstu, okkara elstu og tey uttan fullar førleikar hava ikki vunnið enn.

Jógvan Philbrow, formaður