Tvey stórmál, sum raka nærum allar limirnar í Føroya Pedagogfelag, eru á dagskrá í Løgtinginum í dag.
Fyrst á skránni er uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð, eisini kallað ”Vælferðarlógin”, sum skal tryggja øllum borgarum virðilig kor og javnbjóðis møguleikar.
Seinni í dag verður fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum um minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum.
Tvey mál, ið hava avgerðandi týdning fyri menniskjuni, sum okkara limir hvønn dag skulu vera um.
Hetta er fyrsta viðgerð og væntandi verða uppskotini beind í nevnd, við eftirfylgjandi hoyring hjá viðkomandi pørtum.
Vit ynskja uppskotunum góðan byr og viðgerð í tinginum.