Hevur tú áhuga fyri starvsumstøðunum hjá tínum starvsfelagum og tær? Gongur tú uppí tað fakliga innan námsfrøðina? Kundi tú hugsað tær at gjørt mun í nevndini hjá Føroya Pedagogfelag?
1. februar er seinasta freist at boða frá uppstillan til nevndina hjá Føroya Pedagogfelag í samband við aðalfundin 30. mars í Hotel Føroyum.
Nevndin telur 5 limir, ein formann og 4 nevndarlimir, sum tilsamans stjórna Føroya Pedagogfelag.
Nevndarlimir verða valdir í trý-ára skeið, tiltakslimr í eitt. Til komandi aðalfund standa tveir nevndarsessir fyri vali.
Hevur tú spurningar, so set teg í samband við felagið, ella skriva teldupost til: pedagog@pedagogfelag.fo um tú hevur spurningar.