Eru onnur yvamál, enn hesi svaraði niðanfyri, vísa vit til tpost adressuna: pedagog@pedagogfelag.fo.

Lønarendurgjald

Óvist er enn, hvussu stórt lønarendurgjald limir fáa, fyri tíðina sum verkfalli vardi. Til at áseta hetta, er fyrst neyðugt hjá nevndini at fáa samlaða lønarmissin at vita. Tá tú hevur skrásett tín lønarmiss, skalt tú brúka HENDAN frymilin, og senda hann til pedagog@pedagogfelag.fo. Gev gætur! Tað er sera týdningarmikið, at tit senda upplýsiningarnar samlaðar, og at tit útfylla allar upplýsningarnar vit biðja um.

Semjan og nýggju lønartalvurnar.

Semingsuppskotið sæst her —- Nýggju lønartalvurnar eru her.

Feria?
Um ferian ikki er byrjað tá ið verkfallið byrjar, so verður hon útsett til verkfallið er av. 

Um ferian er byrjað, tá ið verkfallið verður lýst, so eigur tú løn frá arbeiðsgevaranum meðan tú ert í feriu. Tá ið ferian er av, er setanarviðurskiftini brotin, og tú eigur ikki løn frá arbeiðsgevaranum.

Ferðast
Kann eg fara uttanlands at ferðast meðan verkfall er?

Setanan hjá tær er endað, so tú kanst gott fara at ferðast.

Avspáking
Tú kanst ikki brúka avspáking meðan tú ert verkfalli. Tú eigur sostatt avspákingina tilgóðar, tá ið verkfallið er av.  

Sjúkraskriving
Um tú ert sjúkraskrivað/ur tá verkfallið byrjar, endar setanin hjá tær eisini, og tú missir løn frá arbeiðsgevaranum. Tú eigur tá endurgjald frá Pedagogfelagnum, tí tíni setanarviðurskiftir eru endaði.

Barsil
Tá ið tú ert í barsil, og fært løn frá arbeiðsgevaranum, so endar tann setanin. Tá fært tú endurgjald frá felagnum. 

Lønarmissur
Fái eg løn meðan verkfall er? Tá ið setanin er endað, fært tú ikki løn frá arbeiðsgevaranum. Limir fáa  lønar endurgjald frá felagnum.  

Arbeiði aðrastaðnis
Limir mugu ikki átaka sær verkfallsrakt arbeiði. Hetta merkir, at um tú t.d. ert í verkfalli frá einum stovni í Almannaverkinum, so kanst tú ikki átaka tær vaktir á øðrum stovnum, men bert tær vaktir um leiðarin biður teg koma til arbeiðis vegna tað at stovnurin hevur fingið undantak.

Kann eg arbeiða aðrastaðnis? Ja, tú kanst gott átaka tær arbeiði hjá øðrum arbeiðsgevara meðan verkfallið er, tó ikki um tað er arbeiði sum er fevnt av verkfalli

Undantøk
Fíggjarmálaráðið biður vegna Almannaverkið Pedagogfelagið um undantøk. Tað er leiðslan á stovninum sum skal biðja KAF ella Fíggjarmálaráðið um undantøk, og ikki starvsfólk ella álitisfólk.