Hægri løn og eftirløn, styttri arbeiðsviku og ein virknan
seniorpolitikk. Tað eru nøkur av hjartamálunum hjá Gunnvá
Akraberg Hansen, námsfrøðiligum atstøðingi, sum bjóðar
seg fram til enn eitt skeið í nevndini í Føroya Pedagogfelag

Eg eiti Gunnvá Akraberg Hansen, eri 53 ár, búgvi í Havn og arbeiði sum námsfrøðiligur atstøðingur.

Seinastu trý árini havi eg sitið í nevndini í Pedagogfelagnum, og hava tað verið trý spennandi ár. Tað fyrsta, sum nevndin fór at arbeiða við, eftir at eg varð vald í hana, var at hyggja upp á, um felagið framhaldandi skuldi vera fyri bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.

Nevndin setti Regin Berg at greina Føroya Pedagogfelag, og hann kom til ta niðurstøðu, at vit øll – námsfrøðingar og hjálparfólk – skuldu standa saman um felagið. Tí saman standa vit sterk.

Hesum taki eg fult undir við. Vit røkka longur við at lyfta saman í einum felag heldur enn at berjast um molarnar í tveimum feløgum. Tað fer eisini at geva at bíta, nú vit aftur eru farin undir sáttmálasamráðingar. Tað er ein sera spennandi prosess, og eg vil fegin verða verandi í henni, til vit vónandi røkka einum góðum úrsliti.

Veit hvat rørir seg

Eg arbeiði á dagstovninum Lítlaskógi í Havn og eisini á Sambýlinum Hóvabrekku á Argjum, sum er stovnur undir Almannaverkinum. Tískil kenni eg til bæði dagstovnaøkið og serstovnaøkið.

Umframt tað havi eg eisini arbeitt sum stuðul í fólkaskúlanum, so eg veit, hvat rørir seg á teimum ymsu økjunum, og eg vil altíð vil stremba eftir at gera umstøðurnar betri hjá okkum, sum arbeiða har. Tað er eisini orsøkin til, at eg yvirhøvur bjóði meg fram at umboða tykkum limir í nevndini.

Styttri arbeiðsviku

Eg havi nøkur hjartamál, sum liggja mær nær at hjarta at fáa framt.

Eitt hjartamál er at fáa stytt arbeiðsvikuna, so námsfrøðingar og hjálparfólk kunnu orka at arbeiða fulla tíð. Í dag er tað vónleyst hjá teimum flestu. Bæði tí – og tað er sjálvsagt tað týdningarmesta – at tey námsfrøðiligu størvini eru so krevjandi, at ein stytt arbeiðsvika er sjálvsøgd, og tí, tey námsfrøðiligu arbeiðsplássini og arbeiðsumstøðurnar har eru soleiðis háttað, at tað ber illa til at býta tímarnar, um øll starvsfólkini ella bara tey flestu skuldu ynskt at arbeitt fulla tíð við 40 tímar viku.

Seniorpolitikkur

Eitt annað hjartamál er, at vit á øllum teimum námsfrøðiligu starvsøkjunum fáa ein virknan seniorpolitikk. Í løtuni eri eg tann elsta í nevndini og omma við stórum O, so tað er kanska náttúrligt, at eg gangi høgt upp í seniorpolitikk, men vit skulu helst øll koma har til einaferð, at vit kunnu fáa gleði av hesum politikki – og einari lagaligari skiftistíð, tá pensjónsárini fara at nærkast.

Nú sáttmálasamráðingarnar eru, er tað sjálvandi viðkomandi at hugsa um løn og arbeiðsumstøður, og eingin ivi skal vera um, at eg vil gera mítt besta til at bøta um okkara lønarkor, sum eru alt ov vánalig, bæði tá tað snýr seg um løn og um eftirløn. Eisini er nógv at fara eftir, tá tað generelt snýr seg um at betra okkara arbeiðsumstøður.

Vil gera mun

Hesi eru hjartamálini, sum í løtuni liggja fremst fyri hjá mær at fáa gjørt okkurt munagott við, men sjálvandi er nógv annað, okkum øllum at frama, sum eg brenni fyri.

Eg vóni at sleppa at halda fram at gera mun, og heiti tí á tykkum kæru limir um at velja meg aftur í nevndina.

Gunnvá Akraberg Hansen, námsfrøðiligur atstøðingur, valevni til nevndina