Spurningar um frítíð

Eyka frívikan:

Galdandi frá 1.jan.2004 hava limir rætt til eina serstaka fríviku – Henda frívíka hevur serligar reglur og er ikki tengd at Frítíðarlógini.

Reglurnar finna tit á heimasíðuni undir ”Sáttmálar” / avtala um serstaka frívíku. Hvør tekur avgerð um, nær frítíðin skal haldast

Sambært frítíðarlógini er tað arbeiðsgevarin, sum í samráð við løntakaran ásetur nær frítíðin skal haldast.

Tó verður ásett í lógini, at minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðarskeiðnum millum 2. mai og 30. september.

Rættur arbeiðsgevarans at taka endaliga støðu til nær summarfrítíðin skal takast merkir eisini, at um arbeiðsplássið steingir ávísa tíð, hevur løntakarin skyldu til at taka summarfrítíðina hetta tíðarskeið alt undir tí fyritreyt, at 24 daga reglan sum nevnd frammanfyri verður hildin. Hvat hendir um løntakari gerst sjúkur, áðrenn hann skal byrja summarfrítíð sína

Um løntakari gerst sjúkur og boðar arbeiðsgevaranum frá hesum, áðrenn summarfrítíðin skal haldast, so verður summarfrítíðin útsett so leingi viðkomandi er sjúkrameldaður.

Um talan er um arbeiðspláss sum steingir í summarfrítíðini og løntakari gerst sjúkur t.d. 2 dagar áðrenn summarfrítíðin skal byrja og t.d. er sjúkrameldaður í 10 dagar, so byrjar summarfrítíðin hjá viðkomandi ikki fyrr enn viðkomandi er frískur aftur.

Í slíkum føri eigur viðkomandi sostatt 8 dagar eyka summarfrí, sum arbeiðsgevarin leggur í samráð við viðkomandi løntakara. Hvat hendir um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini:

Um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini hevur ein ikki rætt til eyka summarfrítíð.

Undir serligum umstøðum, kann løntakari søkja um at fáa frítíðina góðgjørda frá arbeiðsgevaranum.

Hvussu er rættarstøðan, tá løntakari verður sagdur úr starvi:

Í lógini er ásett, at um løntakari er uppsagdur, so má frítíðin ikki leggjast inn í uppsagnartíðina.

Hetta merkir, at viðkomandi løntakari í slíkum føri, bæði hevur rætt til summarfrítíð og uppsagnarfreist smb. galdandi lóggávu.