Er skíggjanýtsla hjá børnum og ungum bara av tí ringa? Tað helt Sunnuva Egilstrøð Poulsen í veruleikanum, áðrenn hon sum námsfrøðilesandi fór í gongd við sína bacheloruppgávu um júst skíggjanýtslu. Hon tók námsfrøðiútbúgvingina í Danmark, á Københavns Professionshøjskole – Campus Carlsberg. Sunnuva tók prógv í summar og starvast nú sum námsfrøðingur í Skúlanum á Trøðni.
Mynd: 11 ára gamla Serafia og mamman Sunnuva Egilstrøð Poulsen, námsfrøðingur