Vøggustovunámsfrøði 7. sending.

Oftast er tað í vøggustovuni, at børnini sum umleið eitt ára gomul fyrstu ferð fara úr trygga reiðrinum heima hjá foreldrunum og traðka ella grulva inn í stovnsheimin. Og tað ræður um at fáa eina góða byrjan, leggja tey dent á á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.

Hesa ferð hevur Námsvarpið vitjað stóra dagstovnin á Flatinum á Oyrarbakka, har námsvarpsverturin Nicodemus Líggjasson hevur tosað við stovnsleiðaran Rosu Prestá og námsfrøðingin Anju á Bø, ið arbeiðir í Tippinum, sum er ein vøggustovueind á Flatinum.

Anja vísir á, at námsfrøðingar vita, at tey fyrstu trý barnaárini eru ógvuliga týdningarmikil og grundarsteinurin fyri allari víðari menning av børnunum, og tí kann tað undra, at tað ikki er fyrr enn hesi seinastu árini, at tað er granskað nakað serligt í teimum smáu barnaárunum.

Men á Flatinum verður nógv gjørt burtur úr vøggustovunámsfrøðini, at børnini verða møtt við nógvum kærleika, umsorgan og nærleika, og at tað verður arbeitt í tøttum relasjónum við hvørt einstakt barn og foreldrini.

– Vit leggja dent á at fáa eina góða byrjan, tí vit eru faktiskt fyrsti liðurin í hesi útbúgvingarfasuni, sum er eitt langt lív hjá einum barni, greiðir Anja frá.

Av tí sama geva tey sær góða tíð við innkoyringini, tá eitt barn er byrjað í vøggustovu. Ein broyting seinastu árini er, at páparnir eru vorðnir meira virknir í tí tilgongdini. Í so máta sær Rosa týðuligan mun á nú og fyrr.

– Nú havi eg verið leiðari í so nógv ár, at tá var tað meira mamman, men tá var tað eisini í tíðini. Tá var tað mamman, sum tók sær meira av børnunum, og kanska fekk pápin ikki loyvi til at vera so luttakandi, sum hann er í dag; í dag krevst, at bæði foreldrini eru luttakandi, sigur hon.