- This event has passed.
Evniskvøld um relatiónir
27/09/2023 @ 18:30 - 21:00
Góðu námsfrøðingar
Námsfrøðingaráðið bjóðar øllum námsfrøðingum til evniskvøld um relatiónir.
Mikukvøldið 27. sep. frá 18.30 til 21.00 í Snallubjallu, Skúlavegur 1 í Klaksvík.
Vit byrja kvøldið við suppu frá Gepetto.
Kl 19.00 kemur Jóhannes Miðskarð at hava ein fyrilestur um relatiónsarbeiði. Hvat er ein góð relatión, og hvussu umráðandi er ein góð relatión í okkara arbeiði. Lagt er upp til, at lutarkararnir eru virknir í kjaki og práti.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Tilmelding í seinasta lagi 20. september við at senda t-post til:
pedagog@pedagogfelag.fo
Námsfrøðingaráðið