Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Samrøður um etikk

16/11/2022 @ 19:00 - 21:00

ÚTSETT

Kom og tosa um etikk!

  1. november fara vit at seta sjóneyku á etikkin í gerandisdegnum.

Gerandisdagurin á námsfrøðiliga økinum er fullur av etiskum spurningum og undran.

Spurningar sum:

Hvønn skula vit taka atlit til?

Var mín gerð røtt? Kundi eg havt gjørt okkurt øðrvísi?

Skulu reglurnar altíð haldast?

Er ein rættur máti at gera tingini? Ella er tað støðan, sum avgerð hvat er best?

Kunnu vit gera undantøk? Ella skulu vit gera undantøk?

Skulu vit vera samd?

Finst eitt endaligt rætt svar?

Kvøldið verður skipa soleiðis, at Gunnvá Edvardsdóttir hevur eitt upplegg, soleiðis at vit hava ein karm um samrøðuna.

Síðan fara vit saman, at tosa um tykkara etisku spurningar og undran úr gerandisdegnum. Onki er ov lítið ella ov stórt, og onki er uttan týdning. Tað er ikki vist vit finna svarið, men samrøðan ger okkum klókari um okkara gerandisdag.

Tekna teg til tiltakið her!

 

Details

Date:
16/11/2022
Time:
19:00 - 21:00
Event Category:

Organizer

Føroya Pedagogfelag
Phone:
357576
Email:
pedagog@pedagogfelag.fo
View Organizer Website

Venue

Bygdarhúsið á Strodum
Fløtuvegur 88
Strendur, Faroe Islands
+ Google Map