Valborg Heradóttir Hammer stillar upp til enn eitt skeið í nevndini hjá Føroya Pedagogfelag. Fyrireikingartíð og betri løn eru ímillum hjartamálini – og ikki minst ein betri tóni, so námsfrøðiliga fakið verður tosað upp og fær tign ímillum fólk
VALGREIN

Eg eiti Valborg Heradóttir Hammer, eri fødd og uppvaksin í Klaksvík, men síðan eg byrjaði at arbeiða í Havn í 2008, havi eg fyri tað mesta búð har. Eg varð útbúgvin námsfrøðingur í 2017, eri 34 ára gomul, búgvi saman við unnustanum Tóra, og saman eiga vit ein son.
Eg byrjaði annars at arbeiða í barnagarði/vøggustovu í 2007 í Klaksvík, og í januar 2008 fór eg til Reykjavíkar at arbeiða í vøggustovu í nakrar mánaðir. Heimafturkomin fór eg at arbeiða á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu. Tá eg las, loysti eg eisini av á serøkinum í nøkur ár.
Í dag eri eg leiðari í Býlingshúsinum í Maritugøtu, men havi hetta seinasta árið verið í barnsburðarfarloyvið.
Góð fyrireikingartíð og betri løn eru eisini míni hjartamál, og harafturat haldi eg tað vera sera umráðandi, at vit øll fara at duga betur at tosa okkara fak upp.
At arbeiða við menniskjum er jú ógvuliga gevandi og læruríkt. Men seinastu árini hava vit upplivað, at tað gerst alsamt tyngri at arbeiða vegna starvsfólkatrot, og serliga eru tað námsfrøðingarnir sum eru ein mangulvøra.
Tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at vit aftur fara at tosa okkara fak upp, tí innast inni vita vit, at vit hava heimsins besta starv, sum hevur uppiborið ta tign, vit sjálv vilja geva tí.
Verði eg vald í nevndina, fari eg at brúka orku uppá at fáa ein góðan tóna rundan um okkara fantastiska fak og starv aftur. Vit eru í einum dali nú, men vit mugu syrgja fyri at koma úr hesum dalinum aftur og hyggja frameftir.
Eg bleiv vald í nevndina í 2019, men havi sum sagt verið eitt ár í barnsburðarfarloyvi í nevndarskeiðnum. Eg føli, at eitt valskeið er ov stutt, og eg haldi meg enn hava nógv eftir at arbeiða við og fyri í felagnum.
Tí er tað mín vón, at tit kæru limir enn hava álit á, at eg kann gera mun í Føroya Pedagogfelag og velja meg til enn eitt trý ára skeið í nevndini.
Valborg Heradóttir Hammer, námsfrøðingur valevni til nevndina
—
Mynd: Kári við Rættará
You must be logged in to post a comment.