Lógir sum pdf-fíl her!

Lógir felagsins

1. Navn og heimstaður.
2. Endamál og virki felagsins.
3. Limaskapur
4. Óvirknir limir
5. Limaskyldur
6. Brot á limaskyldur
7. Limagjald
8. Aðalfundur
9. Eykaaðalfundur
10. Formaður
11. Nevnd
12. Val av ráð
13. Álitisfólk
14. Fakligir áhugabólkar
15. Fíggjarlig viðurskifti
16. Arbeiðssteðgur
17. Avtøka av felagnum

 

§ 1. Navn og heimstaður.

  1. stk.   Navn felagsins er Føroya Pedagogfelag

2. stk.   Felagið hevur heimstað í Føroyum.

§ 2. Endamál og virki felagsins.

  1. stk.  Felagið, sum er flokspolitiskt óheft, hevur sum endamál
    a) at virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv,hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv fyri pedagogiskari menning.
    b) at virka fyri, at um um normeringar av pedagogtímum verða framdar á okkara sáttmálaøki, so skulu teir nýggju pedagogtímarnir ikki setast fyrr enn hjálparfólk náttúruliga fara úr starvi. Verandi pedagogstørv, har hjálparfólk eru sett, skulu lýsast leys hálva hvørt ár.
    c) at taka sær av fakligu áhugamálum limanna, bæði á fyrisitingarliga,fíggjarliga og pedagogiska økinum.
    d) at tryggja og umsita samráðingarrættin millum arbeiðsgevaran og felagið og gera avtalur um sáttmála partanna millum.
    e) at arbeiða fyri eini tíðarhóskandi grund-, víðari- og eftirútbúgving,
    f) at virka fyri størri kunnleika um og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum,
    g) at veita limunum hjálp í fakligum spurningum, og tá nevndin metir tað, eisini løgfrøðiliga hjálp,
    h) at fremja gransking á tí sosiala og pedagogiska økinum,
    i) at styrkja eina strukturella og fyrisitingarliga uppbygging á arbeiðsøkinum, sum er best hóskandi til at fremja endamál felagsins,
    j) at arbeiða saman við øðrum feløgum um felags endamál.
  2. stk. Felagið virkar sum samráðingarstovnur mótvegis arbeiðsgevarafeløgum og almennum myndugleikum.

Verður ikki vunnið á mál við samráðingum, hevur felagið rætt at fremja yrkisligar atsóknir.

Avgerð um hetta verður tikin av nevndini.

  1. stk. Felagið kann gera samstarvsavtalur við onnur feløg, annaðhvørt fyri einstakar limabólkar ella fyri allar limirnar. Felagið kann gera avtalur við onnur feløg um mark fyri virksemi sínum.

4. stk. Felagið kann gera avtalur um at samskipa seg ella leggja saman við aðrarfelagsskapir, sum hava nærum sama endamál, tá ið limaupptøkan verður kollektiv.
Avgerð hesum viðvíkjandi verður tikin á aðalfundi, tá ið nevndin hevur givið tilmæli. Og krevst at 2/3 av teimum, sum eru á fundi, atkvøða fyri.


§ 3. Limaskapur

  1. stk. Rætt til vanligan limaskap hava tey, sum hava námsfrøðiútbúgving el.líkn., hjálparfólk, eisini tey hjálparfólk, sum lesa á netingum og eru í farloyvi í samband við ólønta starvsvenjing og verkstaðsassistentar, sum starvast á pedagogiskum arbeiðsplássum. Limir, sum eru í barslsfarloyvi er at meta sum vanligir limir.
  2. stk. Nevndin kann taka avgerð um, at einstaklingar, ið ikki eru umfataðir av 1.stk., kunnu gerast vanligir limir.
  3. stk. Tann, sum gerst limur seinni enn 3 mánaðir aftaná at verða settur í starv ella aftan á lokna útbúgving, kann ikki krevja hjálp frá felagnum, fyrr enn limaskapurin hevur vart í 6 mánaðir samfelt. Sama er galdandi fyri persónar, sum fyrr hava verið limir, tá ið limaskapurin verður endurnýggjaður.
  4. stk. Limir kunnu ikki krevja hjálp frá felagnum í máli, sum er komið upp áðrenn viðkomandi fekk limaskap í felagnum ella í tíðarskeiði, har viðkomandi ikki hevur havt limaskap í felagnum. Limir eru valbærir til álitisstørv í felagnum, tá ið teir hava verið virknir limir í felagnum í 6 mánaðir.
  5. stk. Limir kunnu ikki krevja hjálp frá felagnum í máli, sum er komið upp áðrenn viðkomandi fekk limaskap í felagnum. Limir eru valbærir til álitisstørv í felagnum, tá ið teir hava verið virknir limir í felagnum í 6 mánaðir.

Limirnir ábyrgdast ikki persónliga fyri fíggjarligu ábyrgdum felagsins.

§ 4. Óvirknir limir

  1. stk. Vanligir limir, sum í styttri ella longri tíð ikki hava starv, herundir limir, sum eru í farloyvi uttan løn ella sum søkja starv, kunna gerast óvirknir limir. Sama kunnu limir, sum eru farnir yvir í annað starvsøki, og limir sum eru fluttir úr Føroyum. Persónar, sum eru eftirløntir frá størvum, og sum vóru vanligir limir, tá ið teir fóru frá, kunnu eisini gerast óvirknir limir, um teir hava verið virknir ella óvirknir limir í felagnum í 5 ár.

Um aðalfundurin góðkennir tað, kunnu bólkar ella einstaklingar, ið ikki kunnu verða vanligir limir, gerast óvirknir limir.

2. stk. Lesandi, ið eru undir námsfrøðiligari útbúgving, kunnu gerast óvirknir limir og gjalda hesir limir ikki limagjald.

3. stk. Óvirknir limir eru ikki valbærir og hava ikki atkvøðurætt.

§ 5. Limaskyldur

  1. stk. Limirnir hava skyldu at halda lógir felagsins og virða tær av felagnum gjørdu avtalur og sáttmálar og tær avgerðir, sum felagið hevur tikið í m.ø. fakligum spurningum.

2. stk. Tá ið samráðingar fara fram ella felagið hevur mál til viðgerðar, kunnu limir ikki sjálvir samráðast ella gera avtalu við hin partin, uttan so at felagið gevur loyvi til hetta.

3. stk.  Limir kunnu ikki siga seg burtur úr felagnum í tíðarskeiðinum frá tí, at boðað er frá arbeiðsósemju, og til hon er at enda, undantikið tó, tá ið limurin hevur skift til annað arbeiði, sum er uttan fyri sáttmálaøki felagsins.

4. stk. Limirnir hava skyldu at geva felagnum fráboðan um útbúgving, arbeiðspláss og bústað.

Broytingar hesum viðvíkjandi verða eisini at upplýsa felagnum. Limur hevur skyldu til, tá ið skift verður til annað arbeiðið, ið hoyrir undir annað fakfelagsøki, at siga felagnum frá í seinasta lagi 14 dagar aftaná at viðkomandi er byrjaður á nýggja arbeiðsstaðnum.

Flytingin til nýggja yrkisfelagið, sum fingin verður ílag við viðkomandi felag, fær gildi frá fyrsta mánaðarskifti.

5. stk. Sigur limur seg burtur úr felagnum, skal hetta verða gjørt skrivliga til nevndina og kann bert verða gjørt til komandi mánaðarskifti.

§ 6. Brot á limaskyldur

  1. stk. Nevndin kann fyri styttri ella longri tíðarskeið koyra úr felagnum limir, ið bróta avtalur ella sáttmála, ið felagið hevur gjørt ella á einhvønn annan hátt mótarbeiða áhugamálum felagsins. Er talan um álvarsom brot, kann nevndin avgera, at limur verður koyrdur úr felagnum. Nevndin kann í staðin taka avgerð um at áleggja slíkum limum sekt, sum í mesta lagi svarar til 1 mánaðarløn sambært byrjunarlønini fyri pedagogar í galdandi pedagogsáttmála.
  2. stk. Limur hevur rætt til skrivliga ella munnliga, at føra fram síni sjónarmið fyri nevndini, áðrenn avgerð verður tikin.
  3. stk. Limurin, sum fyri styttri ella longri tíð ella endaliga verður koyrdur úr felagnum, kann krevja, at spurningurin verður lagdur fyri fyrstkomandi aðalfund til endaliga avgerðar.
  4. stk. Til at samtykkja at koyra lim úr felagnum samb. 1.stk. og á aðalfundinum samb. 3.stk. krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum, sum eru á fundi, atkvøða fyri.
  5. stk. Limur, sum er í eftirstøðu við limagjaldinum í minsta lagi 3 mánaðir, missir limaskap sín.
  6. stk. Ein limur, sum er koyrdur úr felagnum, kann eftir umsókn gerast limur aftur, tá nevndin heldur hetta, móti gjaldi, sum nevndin ásetur. Gjaldið kann í mesta lagi svara til 1 mánaðarløn sambært byrjunarlønini fyri pedagogar í galdandi sáttmála. Noktar nevndin at geva viðkomandi limaskap aftur, kann viðkomandi krevja, at spurningurin verður lagdur fyri fyrstkomandi aðalfund til viðgerðar.§ 7. Limagjald
  7. stk. Aðalfundurin ásetir limagjaldið. Nevndin kann gera sertreytir ella sleppa einum limi undan limagjaldi.

§ 8. Aðalfundur

  1. stk. Aðalfundurin hevur hægsta vald í felagnum.

Aðalfundurin ásetir høvuðsstevnumið felagsins, og tekur avgerð í teimum spurningum, sum nevndir eru í § 8, stk.5

  1. stk. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga fráboðaður.

Bert uppskot, ið eru á fundarskránni kunnu verða viðgjørd á aðalfundinum.

  1. stk. Allir limir felagsins hava atgongd til aðalfundin. Óvirknir limir eru ikki valbærir og hava ikki atkvøðurætt.

4. stk. Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn 15.apríl.

Nevndin skal lýsa aðalfundin í føroysku bløðunum í seinasta lagi 15.januar.

Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.februar.

Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi.

Fundarskrá fyri aðalfundin skal verða send út til limirnar í seinasta lagið 7 dagar áðrenn aðalfundin.

5. stk.  Ársaðalfundurin hevur hesa fundarskrá:

A. Val av fundarstjóra og skrivara
B. Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin
C. Frágreiðing frá nevndini til góðkenningar
D. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
E. Framløga av felagsins fíggjarætlan til kunningar
F. Viðgerð av ætlaða virksemi felagsins
G. Val av grannskoðarum
H. Viðgerð av innkomnum uppskotum og ásetan av limagjaldi
I. Fráboðan um hvør er valdur í nevnd og sum eykalimur
J. Fráboðan um hvør er valdur til formann triðja hvørt ár
K. Ymiskt

6.stk. Avgerðir á aðalfundinum verða samtyktar við vanligum meiriluta.

Til lógarbroytingar krevst tó, at 10% av limunum eru møttir á aðalfundi, og at viðtøkan verður samtykt við 2/3 av greiddum atkvøðum. Til at taka felagið av krevst, at 2/3 av limum felagsins eru møttir á aðalfundi, og at viðtøkan verður samtykt við 2/3 av greiddum atkvøðum. Um ikki meirilutin, sum er nevndur í teimum báðum fyrru stykkjunum, eru møttir á aðalfundi, men viðtøkan tó er samtykt við 2/3 av greiddum atkvøðum, verður eykaaðalfundur innkallaður, samsvarandi ásetingunum í hesum lógum, og kann lógarbroytingin/avtøkan av felagnum tá verða samtykt við 2/3 av greiddum atkvøðum í samband við lógarbroyting, uttan mun til hvussu nógvir limir eru møttir á fundi og í samband við avtøku av felagnum, um í minsta lagi 25% av limum felagsins eru møttir á fundi.

Standa atkvøðurnar á jøvnum, fellur málið. Grein 2, litra A, kann einans broytast við einmæltari aðal- ella eykaaðalfundarsamtykt. 

  1. stk. Tá formansval og nevndarval fer fram eru hesar reglur galdandi: Allir limir felagsins skulu minst tvær vikur innan aðalfundin fáa atgongd til atkvøðuskipan, ið umsiting felagsins skipar fyri í samstarvið við løgfrøðing ella grannskoðarafelagsins.
    2. Bert tey, sum sambært grein 3 eru at meta sum vanligir limir felagsins, kunnu velja og stilla upp sum valevni, til nevnd.
    Tá formansval er á skránni skulu valevni lúka § 10.
    Uppskot til valevni, saman við skrivligari váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. februar.

Nevndin kann útseta freistina til 5. februar.
5. Limur, sum greiðir atkvøðu, kann bert atkvøða fyri einum nevndarlimi.
6. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, so verður lutakast millum tey valevni, sum fáa líka nógvar atkvøður.

§ 9. Eykaaðalfundur

  1. stk. Eykaaðalfundur verður lýstur, um nevndin ynskir tað, ella um minst 5% av limunum krevja hetta, og teir samstundis skrivliga senda inn fráboðan um tað mál, teir ynskja viðgjørd á eykaðalfundinum.
  2. stk. Slíkir fundir skulu verða hildnir í fyrsta lagi 3 dagar og í seinasta lagi 5 vikur aftaná at fundurin er kravdur.

Hevur málið skund kann freistin setast til 1 dag.

§ 10. Formaður

1.stk. Formaður felagsins skal vera námsfrøðingur verður valdur sambært §8, stk.7 og situr hann eitt 3 ára skeið.

Afturval kann fara fram. Uppskot til formansevni verður latið inn sambært ásetingunum í § 8, stk.7.

Valdur formaður bindir seg til at taka við fulltíðarstarvi í felagnum.

2.stk. Tann, ið fær flestar atkvøður er valdur formaður fyri eitt trý ára skeið.

Er bert eitt valevni til fastan formann, so er hesin valdur uttan atkvøðugreiðslu.

§ 11. Nevnd

  1. stk. Nevndin er tað útinnandi liðið í felagnum og hevur um hendur leiðsluna í felagnum sambært avgerðum á aðalfundum.

2. stk. Í nevndini sita 4 nevndarlimir og formaðurin. Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár, soleiðis at:

1.árið standa formaðurin og 2 nevndarlimir fyri vali

2.árið standa 2 nevndarlimir fyri vali

3 árið er einki formans- ella nevndarval.

Nevndin skipar seg við næstformanni og skrivara. Nevndin skipar sjálv fyri arbeiðsgongdini í serligari starvsskipan.

Avgerðir í nevndini verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, fellur málið.

3. stk. Nevndin hevur fund eina ferð um mánaðin, ella tá ið formaðurin ella helvtin av nevndarlimunum ynskir tað, og skal gerðabók felagsins undirskrivast av formanni og nevndarlimum felagsins. Í gerðabókini skulu skrivast samtyktir og stutt frágreiðing um viðgerðina av tí einstaka málinum. Nevndarlimur kann krevja møguliga serstøðu sína skrivaða í gerðabókina.

Fundarevni til vanligar nevndarfundir skulu sendast út minst 4 dagar áðrenn fundin.

Mál, ið limir felagsins ynskja viðgjørd, skulu vera nevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi 4 dagar áðrenn nevndarfund. Í undantaksføri kann víkjast frá frammanfyri nevndu freistum.

4. stk. Eykalimir.
Tey valevni, sum fingu flestar atkvøður av teimum, ið ikki vórðu vald, verða roknað sum eykalimir.

Talið av atkvøðum, sum hvørt valevni fær, er avgerandi fyri, hvør er fyrst-, næstvaldur og so framvegis.

Eykalimir eru at roknað sum eykalimir fram til næstu ferð nevndarval er.

Eykalimur tekur við, tá nevndarlimur ikki kann møta í longri tíð ella fer frá.

§ 12. Val av ráðum

Føroya Pedagogfelag hevur trý ráð, eitt leiðararáð, eitt námsfrøðingaráð og eitt hjálparfólkaráð.

Endamáli við ráðunum er at røkja áhugamálini hjá ávikavist leiðarum, námsfrøðingum og hjá hjálparfólkum.

Limir felagsins vera bólkað soleiðis:

Limir sum eru settir sum eindarleiðarar, leiðarar, varaleiðarar ella líknandi leiðslustørvum verða umboða í og velja eitt leiðararáð.

Limir sum eru settir sum sáttmálasettir pedagogar ella eftir avtaluna tænastumannasettir pedagogar verða umboða í og velja eitt námsfrøðingaráð.

Limir sum eru settir eftir sáttmálan fyri hjálparfólk verða umboða í og velja eitt hjálparfólkaráð.

Stk. 2. Fyri at vera ráðslimur er ein treyt at limur umboðar limabólkin, sum velur viðkomandi ráð og at limur ikki situr í nevnd felagsins.

Stk. 3. Aðalfundurin hjá leiðararáðnum, námsfrøðingaráðnum og hjálparfólkaráðnum verður hildin sama dag sum aðalfundur felagsins og skal lýsast, saman við aðalfundinum hjá felagnum og hevur hesa skrá:

a) Val av fundarstjóra og skrivara
b) Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin
c) Frágreiðing frá ráðnum
d) Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til kunningar
e) Framløga av fíggjarætlan og virksemisætlan til kunningar
f) Viðgerð av innkomnum uppskotum
g) Kunngerð um hvør er valdur í ráðini
h) Ymiskt

Stk. 4. Ráðini verða mannað av fimm limum og verða tey vald sambært grein 8, stk. 7, tó verða tríggir limir valdir 1. árið. Ráðini skipað seg sjálvi við forfólki, skrivara og kassameistara.
Stk. 5. Ráðini skipa seg eftir serligari starvskipan, ið nevnd felagsins ger, kallað starvsskipan fyri Leiðararáð, Námsfrøðingaráð og Hjálparfólkaráð.

§ 13. Álitisfólk

1.stk. Álitisfólk felagsins verða vald og skulu virka sambært álitisfólkaavtaluni ímillum felagið og Føroya Landsstýri.         

2.stk. Val av álitisfólki og varaálitisfólki fer fram á stovninum í mars mánað líka ár og verða tey vald fyri eitt 2 ára skeið. Hvør stovnur velur 1 álitisfólk. Nevndin skal hava boð um úrslitið í seinasta lagið 2 vikur aftaná valið.

3.stk. Felagið skipar fyri minst 4 árligum álitisfólkafundum.

§14. Fakligir áhugabólkar

Stk. 1. Við góðkenning frá nevnd felagsins kunnu stovnast fakligir áhugabólkar av limum, sum hava sama fakligan áhugað. Bólkarnir kunnu fáa fíggjarligan stuðul frá felagnum.

Stk. 2. Uppgávur áhugabólkanna eru:
– at virka fyri felagsligum samanhaldi millum limir áhugabólkanna og at stuðla hvør annan soleiðis
– at limirnir gerast alsamt meiri tilvitaðir, m.a. við at halda fundir og skeið
– at eggja til kanningar og stuðla kanningum arbeiðsøkinum viðvíkjandi
– at vera við at menna námsfrøðina

Stk. 3. Limir kunnu sjálvboðin og við at gjalda serstakt limagjald stovnseta og vera limir í einum ella fleiri fakligum áhugabókum.

Stk. 4. Fakligu áhugabólkarnir verða skipaðir eftir leiðreglum, ið nevnd felagsins hevur gjørt.

Stk. 5. Nevnd felagsins skal góðkenna reglugerðina hjá einum Fakligum áhugabólki.

§ 15. Fíggjarlig viðurskifti

  1. stk. Felagið heftir fyri fíggjarligu ábyrgdum sínum við øllum ognum sínum. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
  2. stk. Roknskapurin hjá felagnum og grunnum felagsins, ið eru:

Felagslívstrygggingargrunnurin, Húsagrunnurin og Aktións- og Upplýsingargrunnurin verða grannskoðaðir av eksternum grannskoðara og av tveimum internum grannskoðarum, sum verða valdir av aðalfundinum á hvørjum ári. Roknskapurin skal vera liðugt grannskoðaður og latin nevndini í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum.          

3.stk. Felagið verður bundið við tveimum undirskriftum, har onnur skal vera frá formanninum ella næstformanni felagsins. Nevndin kann geva nevndarlimi ella starvsfólki fulltrú at binda felagið innan nærri ásettar karmar.

  1. stk. Til at seta í veð ella keyp av fastari ogn krevst tó aðalfundarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av formanninum saman við tveimum nevndarlimum.§ 16. Arbeiðssteðgur

Undir verkfalli ella arbeiðssteðgi í samband við lønar- og sáttmálatrætur fáa teir limir, sum taka lut í tiltakinum útgoldið pening frá felagnum. Útgoldið verður eitt ávíst prosenttal av føstu mánaðarligu lønini. Nevndin ásetir prosenttali í hvørjum einstøkum tiltaki.

§ 17. Avtøka av felagnum

  1. stk. Felagið kann bert avtakast ella samskipast við annað felag, um aðalfundurin góðkennir tað. Tá skal farast fram eftir § 8, stk.6. í hesum lógum felagsins.
  2. stk. Aðalfundurin ger av, hvat peningur og ognir felagsins skulu nýtast til.

 

 —————————————————————

 

Samtykt á stovnandi aðalfundi 1. juni 1982.

Broytingar samtyktar á eykaaðalfundi 24. jan. 1983.

Broytingar samtyktar á eykaaðalfundi 24. mai 1983.

Broytingar samtyktar á eykaaðalfundi 20. mai 1985.

Broytingar samtyktar á eykaaðalfundi 3. nov. 1986.

Broytingar samtyktar á eykaaðalfundi 9. nov. 1987.

Broytingar samtyktar á eykaaðalfundi 14. nov. 1989.

Broytingar samtyktar á aðalfundi 20. okt. 1990.

Broytingar samtyktar á aðalfundi 29. febr. 1992.

Broytingar samtyktar á eykaaðalfundi 12. sept. 1992

Broytingar samtyktar á aðalfundi 6. mars 1993.

Broytingar samtyktar á aðalfundi 26. febr. 1994.

Broytingar samtyktar á aðalfundi 4 febr. 1995.

Broytingar samtyktar á aðalfundi 14. febr. 1998.

Broytingar samtyktar á aðalfundi 8.apr. 2000

Broytingar samtyktar á aðalfundi 24.febr.2007

Broytingar samtyktar á aðalfundi 20.mars 2010

Broytingar samtyktar á aðalfundi 19.mars 2011

Broytingar samtyktar á aðalfundi 5. apríl 2014

Broytingar samtyktar á aðalfundi 11. apríl 2015

Broytingar samtyktar á aðalfundi 03. mars 2018

Broytingar samtyktar á aðalfundi 30. mars 2019