Fyri at so mong sum gjørligt kunnu fáa ágóðan av frítíðarsmáttuni, er neyðugt at hava fylgjandi mannagongdir:
Kunning um smáttuna
- Smáttan hevur 6 seingjarpláss. Í smáttuni eru tvey kømur á gøtuhædd, bæði við dupultsong, eitt vesi/baðiverilsi, køkur og stova í einum, umframt hemsur við tveimum soviplássum.
- Bílegging av smáttuni er á heimasíðu felagsins.
- Leigan er 400 kr. fyri døgnið í 2023. Leigan er 500 kr. í 2024.
- Longsta tíðarskeiðið til ber at leiga eru fimm dagar, og styttsta er tveir dagar.
Gjaldast skal á konto í Betri banka (9181 5781142). Leigan skal verða goldin í seinasta lagi 14 dagar undan vitjanini. - Inn slepst í smáttuna frá kl. 16.00, og farast skal úr húsunum áðrenn kl. 11.00.
- Smáttan kann einans leigast av limum í Føroya Pedagogfelag.
- Smáttan verður ikki leigað út til legur hjá stovnum/arbeiðsplássum.
- Framleiga er ikki loyvd.
- Í húsinum eru allir vanligir hentleikar. Tráðleyst net og sjónvarp.
- Viskustykki, handklæði og seingjarklæði skulu takast við. Tó kunnu línpakkar leigast frá Gestablídni (gestablidni@gmail.com ella 261380. Les treytir á: www.smatturnar.fo
- Hitapottur og hitarúm kunnu leigast frá Gestablídni (gestablidni@gmail.com ella 261380)
- Verður avboð givið styttri enn 5 dagar undan avtalaða leigutíðarskeiðnum, verður kostnaðurin ikki endurgoldin.
- Fyri at geva so mongum limum sum gjørligt sleppa framat at leiga smáttuna, er neyðugt at avmarka møguleikan fyri bíleggingum. Í 2023 kann hvør limur leiga smáttuna einaferð.
- Luttakast verður millum tey, sum ynskja at leiga um høgtíðirnar. Miðjað verður ímóti at hava lutakastið 5 vikur undan høgtíðini. (sí leinkju niðast á hesi síðu) (BERT GALDANDI FYRI 2023 – í 2024 verður tað latið tann sum bókar smáttuna fyrst.)
Høgtíðirnar eru:
- Nýggjár
- Jól
Húsareglur
- Húsdjór eru ikki loyvd.
- Royking er ikki loyvd í smáttuni.
- Kuldaskápið skal vera tómt, turkað eftir, sløkt og hurðin opin, tá ið farið verður avstað.
Einki órudd/uppvask skal standa frammi.
Alt rusk skal út í ruskílatið.
Smáttan skal vera ruddilig og spísiborð og borðplátan skulu vera reingjørd, áðrenn farið verður avstað. - Farast skal væl um húsini, sum sjálvandi skulu latast aftur í sama standi, sum tá tey vórðu útleigað. Endurgjald verður kravt fyri skaðar á innbúgv og útbúnað.
- Verður lykilin burtur, verður eykarokning á 500 kr. send leigaranum.
- Til ber at fáa fatur á húsavørðinum á tlf 266613 – um neyðugt, ber til at ringja til Føroya Pedagogfelag, 357576 ella forfólki 288576.