Annika Østerø er námsfrøðingur við fjølbroyttum royndum, og hon er ein av nýggju kandidatunum til nevndarvalið í Pedagogfelagnum. Millum fremstu mál hennara eru betri løn og eftirløn, veruliga fyrireikingartíð og at vera ein greið rødd úteftir

Vit sita rundan um borðið og eta døgurða. Eg, mamma og beiggi mín.

Hetta er tíðliga í 1990´unum. Vit práta um, at pedagoganir hava verið til samráðingar, og at teir, grundað á at samfelagið er í kreppu, hava lovað ikki at krevja lønarhækking.

Samrøðan rundan um borðið henda dagin snúði seg um, hvørt tað var rætt, at pedagoganir skuldu vísa so stórt samfelagssinni og als ikki krevja lønarhækking, ella um Pedagogfelagið heldur skuldi stremba eftir at fáa ta lønarhækking, sum upprunaliga var ætlað.

Tíðin var serstøk tá, alt samfelagið stóð fyri hóttafalli, so skilligt er, at hesi atlit blivu tikin.

Pedagogarnir fóru 12 prosent niður í løn. Men hetta fór at verða okkum afturlønt, tá tíðirnar aftur blivu betri, var okkum lovað.

Rættvísari løn

Nú skriva vit 2021, og enn einaferð standa lønarsamráðingar fyri framman. Men vit mugu tíverri ásanna, at enn er lyftið, sum okkum varð givið tá fyri útvið 30 árum síðani – at lønin skjótt skuldi koma uppaftur – ikki hildið.

Men nú bjóði eg meg sjálv fram at taka ábyrgd. Eg stilli upp til nevndina í Føroya Pedagogfelag, og eg ætli mær í hvussu er at arbeiða hart fyri, at vit fáa rættvísari løn og 16 prosent í eftirløn.

Eg eiti Annika Østerø, eri námsfrøðingur, 40 ára gomul, gift við Ólavi, og vit eiga fýra døtrar. Eg eri fødd og uppvaksin í Klaksvík, men fyri 10 árum síðani fluttu vit til Havnar.

Eg havi nógvar og fjølbroyttar royndir innan námsfrøðiliga yrkisøkið. Eftir lokna útbúgving havi eg arbeitt í barnagarði og vøggustovu, og starvist eg nú í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum. Í mínari lestrartíð arbeiddi eg innan serøkið, í umlættingarheiminum Dáanum og Fjálgulon í Klaksvík og sum stuðul í summarferiuni.

Mamma mín, ið arbeiddi á serøkinum sum leiðari, talu- og hoyrilærari og seinni sum autismuráðgevi, er mín størsta fyrimynd – eisini innan námsfrøði.

Tørvur á batum

Bæði á serøkinum og á dagstovnaøkinum er tørvur á betri viðurskiftum.

Gerandisdagurin hjá einum námsfrøðingi á dagstovnaøkinum er nógv broyttur seinastu nógvu árini: Gera skriv, tilrættisleggja dagin, evnið hendan mánðin er náttúran – hvat gera vit, eygleiðing av Julius, tí hann bítur, foreldraviðtalur, trivnaðurin í barnabólkinum, fundur við barnavernd, Sernám – og eg kundi blivið við.

Okkara kjarnuuppgáva sum námsfrøðingar er at vera í relasjónini – relasjónini við børnini og  borgararnar – at reflektera yvir okkara handlingar, umstøðurnar hjá børnunum og borgarunum og umstøðurnar hjá okkum at vera um tey.

Fyrireikingartíð

Alt hetta grundleggjandi námsfrøðiliga arbeiðið fáa vit ikki gjørt, tá ið vit hava børnini rundan um okkum, ella vit sita ímillum borgarar, sum hava krav upp á og brúk fyri okkara nærveru.

Tíð má setast av til hetta, og tann tíðin er komin, at vit námsfrøðingar mugu og skulu hava veruliga fyrireikingartíð til okkara arbeiði. Tað, at vit kunnu fara til viks og fyrireika okkara arbeiði og samstundis vita, at børnini og borgararnir eru saman við vaksnum, álítandi fólkum, sum kenna sína uppgávu til lítar.

Fyrireikingartíðin skal leggjast uttanfyri kjarnuupgávuna, men sjálvandi inni í normeringini.

Kjarnumál

Eg haldi, at tað er sera týdningarmikið, at vit námsfrøðingar hava rættar og góðar arbeiðsumstøður at arbeiða undir.  Tí fari eg at heita á teg um at velja meg inn í nevndina hjá Føroya Pedagogfelag.

Míni kjarnumál eru:

  • Fyrireikingartíð
  • Lønarhækking
  • 16 prosent í eftirløn
  • At hava eina greiða rødd úteftir

Eg fari at lurta eftir tykkum. Tí eg vil vera tykkara rødd.

Annika Østerø
námsfrøðingur, valevni til nevndina