Fyri at so mong sum gjørligt kunnu fáa ágóðan av frítíðarsmáttuni, er neyðugt at hava fylgjandi mannagongdir:
Kunning um smáttuna
- Smáttan hevur 6 seingjarpláss. Í smáttuni eru tvey kømur á gøtuhædd, bæði við dupultsong, eitt vesi/baðiverilsi, køkur og stova í einum, umframt hemsur við tveimum soviplássum. Ein junior borðstólur er í smáttuni.
- Bílegging av smáttuni er á heimasíðu felagsins.
- Leigan er 500 kr. fyri døgnið, íroknað reingerð.
- Longsta tíðarskeiðið til ber at leiga smáttuna er fimm dagar, og styttsta er tveir dagar.
- Gjaldast skal á konto í Betri banka, 9181 5781142. Leigan skal verða goldin í seinasta lagi 14 dagar undan vitjanini.
- Inn slepst í smáttuna frá kl. 16.00, og farast skal úr húsunum áðrenn kl. 11.00.
- Smáttan kann einans leigast av limum í Føroya Pedagogfelag.
- Framleiga er ikki loyvd.
- Í húsinum eru allir vanligir hentleikar. Tráðleyst net og sjónvarp.
- Viskustykki, handklæði, borðlappar og seingjarklæði skulu havast við, tó kunnu línpakkar leigast frá Gestablídni (gestablidni@gmail.com ella 261380. Les treytir á: www.smatturnar.fo
- Hitapottur og hitarúm kunnu leigast frá Gestablídni (gestablidni@gmail.com ella 261380)
- Verður avboð givið styttri enn 5 dagar undan avtalaða leigutíðarskeiðnum, verður kostnaðurin ikki endurgoldin.
- Hvussu gevi eg avboð – boða frá við at senda t-post til: pedagog@pedagogfelag.fo
- Húsareglur
- Húsdjór eru ikki loyvd.
- Royking er ikki loyvd í smáttuni.
- Kuldaskápið skal vera tómt men IKKI sløkkjast, tá ið farið verður avstað.
- Einki órudd ella uppvask skal standa frammi, tá ið farið verður.
- Matrestir skulu takast við ella beinast burtur, áðrenn farið verður avstað.
- Alt rusk skal út í ruskílatið.
- Smáttan skal vera ruddilig, køks- og spísiborð skulu vera vaskað.
- Farast skal væl um og húsini latast aftur í sama standi, sum tá tey vórðu úleigað.
- Endurgjald verður kravt fyri skaðar á innbúgv og útbúnað.
- Verður lykilin burtur, verður eykarokning á 500 kr. send leigaranum.
- Til ber at fáa fatur á húsavørðinum á tlf 266613
- Um neyðugt, ber til at ringja til Pedagogfelagið, tlf. 357576 ella forkvinnuna, tlf. 265326.
Bílegg her!