Fleiri skulu lesa námsfrøði, og alt økið má raðfestast. Løn og viðbøtur fyri ólagaliga arbeiðstíð, styttri arbeiðsvika, seniorpolitikkur og eftirlønargjald, álitisfólkaskipanin og arbeiðstíðarreglur fyri øll øki. Tað eru hjartamálini hjá Haraldi Joensen, nevndarvalevni

VALGREIN

(MYND, Harald Joensen) Harald Joensen hevur sitið í nevndini í tvey ár; hann stillar nú upp til eitt fult trý ára skeið, og hevur fleiri mál á skrá at virka fyri

Eg eiti Harald Joensen og varð útbúgvin sum námsfrøðingur á Fróskaparsetrinum í 2021. Eg arbeiði á einum bú- og viðgerðarstovni fyr børn og ung við autismu hjá Almannaverkinum. Eisini eri eg samskipari í ungdómshúsinum Argjaskotið á Argjum.

Eg havi annars nógvar og góðar royndir á bæði dagstovnaøkinum og serstovnaøkinum – royndir og vitan, sum eg haldi vera til gagns í nevndararbeiðinum í Føroya Pedagogfelagið.

Eg bleiv valdur í nevndina, tá Katrin Karlsdóttir Johansen fór úr nevndini, eftir at hennara skeið sum varafólk rann út í 2020. Eg havi tískil sitið í nevndini tey seinastu tvey árini. Tað hava veri tvey lærurík ár fyri meg, men eg haldi eg ikki, at mítt arbeiði í felagnum er liðugt enn.

Vit eru í einari tíð, har tað námsfrøðiliga økið er undir stórum trýsti. Tað er sera ringt at manna øll støv á tí námsfrøðiliga økiðnum, og pedagogfelagið eigur tí at leggja eitt stórt trýst á ta politisku skipanina fyri at fáa fleiri lesandi inn at lesa námsfrøði.

Men tað er ikki bara at fáa fleiri at lesa námsfrøði, alt økið má eisini raðfestast, ikki minst løn og viðbøtur fyri ólagaliga arbeiðstíð, styttri arbeiðsvika, seniorpolitikur og eftirlønargjald, álitisfólkaskipanin og arbeiðstíðarreglur fyri øll øki.

Eg haldi, at vit sum felag miðvíst eiga at fáa lønina hjá øllum okkara limum upp. Tí vil eg fegin arbeiða við eini langtíðarætlan fyri lønartalvuna, og hvussu vit kunnu flyta lønirnar til eitt gott og nøktandi støði fyri allir limirnar í Føroya Pedagogfelag.

Felagið hevur nógvar limir, sum arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, og eg haldi, at viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð hjá okkara limum eru alt ov lágar.

Eg haldi, at viðbótin eigur at vera roknað við støði í tímalønini á endastignum hjá námsfrøðingunum heldur enn, sum nú, við støði í tímalønini á stigi 11 í lønartalvuni.

Tað hevur leingi veri tosað um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Ein kanning, sum í fjør bleiv gjørd fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, vísir greitt, at tað at kalla bara eru fyrimunir við eini styttri arbeiðsviku. Eg haldi, at nevndin í Pedagogfelagnum skal ganga á odda í hesum arbeiðinum og sannføra ta politisku skipanina um, at hetta er ein skilagóð loysn.

Nógvir limir í Pedgogfelagnum arbeiða niðursetta tíð, og fyri teir er ein styttri arbeiðsvika ein góð loysn.

Eisini haldi eg tað hava týdning, at Pedagogfelagið í samráð við Fíggjarmálaráðið og kommunurnar fær grundfest ein virknan seniorpolitikk fyri limir í felagnum.

Um vit øll skulu halda til eitt langt lív á tí námsfrøðiliga økinum, so hevur tað týdning, at vit fáa ein seniorpolitikk at lætta um tíðina upp undir pensjónsaldur. Eitt nú kundi hetta verið gjørt við niðurskurði í arbeiðstíðini, uttan at lønin varð skorðin samsvarandi.

Nú vit tosa um seniorpolitik, so slepst ikki uttan um eisini at hugsa um eftirlønargjaldið hjá limunum í Pedagogfelagnum. Hetta gjaldið er lágt samanborið við onnur fakfeløg á arbeiðsøkinum, og tí skal hetta eisini raðfestast høgt til næstu samráðingar.

Álitisfólkini eru millumlið ímillum felagið og limirnar. Álitisfólkaskipanin hevur tí sera stóran týdning fyri felagið, og eg haldi, at álitisfólkaavtalan eigur at vera dagførd, soleiðis at tað gerst meira áhugavert at vera álitisfólk í Pedagogfelagnum.

Pedagogfelagið hevur eina avtalu um arbeiðstíðarreglur fyri tey, sum arbeiða hjá landinum. Men eg haldi, tað hevur týdning, at vit fáa arbeiðstíðarreglur fyri alt tað námsfrøðiliga økið – tað er hjá Almannaverkinum, á dagstovnaøkinum og í skúlunum.

Hetta fer at bøta um arbeiðsumstøðurnar á øllum tí námsfrøðiliga økinum, og tað hevur alstóran týdning fyri bæði trivnaðin hjá starvsfólkum og fyri at vaksa um áhugan hjá fólki at koma inn á tað námsfrøðilga økið at arbeiða.

Um tú kæri limur ert samdur við mær í, at ymiskleikin hevur týdning fyri felagið og tekur undir við mínum hugsanum, so vóni at fáa tína atkvøðu á nevndarvalinum. Afturfyri skal eg lova, at mín lutur ikki skal liggja eftir, verði eg valdur.

Harald Joensen, námsfrøðingur valevni til nevndina

Mynd: Kári við Rættará