Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins og sæst á heimasíðuni www.pedagogfelag.fo
Uppskot til aðalfundin §8, 4. stk.
Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.februar.
Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi.
Val av nevndarlimum og formanni §8, 7. stk., punkt 5
Uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1.februar.
Hesaferð verður formansval og tveir nevndarlimir skulu veljast, av teimum skal minst ein verða hjálparfólk.
Uppskot skulu sendast til:
Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn
Nevndin