Aðalfundurin 2018

Aðalfundurin 2018 hjá Pedagogfelag Føroya setti met við størstu luttøku higartil á einum aðalfundi. Omanfyri 600 limir møttu til fundin, sum var hildin í Hotel Føroyum.

Eftir innskrivingina til aðalfundin í forhøllini var avgreidd, og øll høvdu fingið sær ein kaffimunn og gott prát, so setti Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, fundin inni í veitsluhøllini. Neyðugt var eisini at seta stólar upp í Vaglinum, forhølið uttanfyri veitsluhøllina, tí tær umleið 600 tilmeldingar í ár ikki rúmaðust í høllini. Hóast tað gav nakrar avbjóðingar í samband við at húsa øllum limunum, so gleðist nevndin um góðu luttøkuna, sum má sigast týðuligani vísur hvussu stóran áhuga námsfrøðin og fakfelagið hevur fyri limirnar.

Fyrst á skrá var Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, sum tosaði um avbjóðingar við at verða í verkfalli, og hvat tað kann gera við sjálvsfatan og sjálvsvirði. Síðani var ársfrágreiðing, grannskoðaður rokniskapur fyri 2017, og fíggjarætlan fyri 2018 løgd fram og góðkend.

Nevndarval

Formaður og tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Av tí at ongi mótvalevnu vóru, so var valið skjótt avgreitt. Jógvan Philbrow tók við afturvali sum formaður fyri Føroya Pedagogfelag, Nikkil Heinesen sum nevndarlimur, og Gunnvá Akraberg Hansen tók við sum nýggjur nevndarlimur eftir Irdi Gaardlykke, sum eftir einum fýra ára skeiði í Pedagogfelagnum nú velur at steðga. Tiltakslimir blivu Tordis Streymoy, Valborg Hammer og Anne Lisa Davidsen.

Lógir felagsins broyttar

Undir “innkomin mál” vóru trý uppskot, har serliga tvey teirra elvdu til livandi kjak. Evnið fyri bæði uppskotini viðgjørdu orðingar í lógum felagsins, har uppskotsstillararnir ynsktu ymiskt skrivað inn í lógina. Serliga orðingin um, at formaður felagsins skal verða námsfrøðingur, fekk nógvir limir at taka mikrofonina fyri at siga sína hugsan. Ein partur av salinum metti tað ikki verða neyðugt, at formaðurin er námsfrøðingur, tí tað eru aðrir førleikar sum avgera hvør egnar seg sum formann. Hin parturin helt tað vera natúrligt, at formaður fyri pedagogfelagið eisini var pedagogur, og at tað tí átti at staðið skrivað í lógum felagsins. Uppskotið var at enda góðtikið við lítlum meiriluta, so tað nú í lógum felagsins stendur skrivað, at formaður fyri felagið skal vera námsfrøðingur.

Eisini var uppskot sett fram um, at tað skal verða krav, at í minsta lagi tveir nevndarlimir skulu verða námsfrøðingar. Eftir kjak í salinum var tó eitt mótuppskot sett fram, at tveir nevndarlimir skulu verða námsfrøðingur, men at ein nevndarlimir eisini skal verða hjálparfólk, so hjálparfólk eru tryggjaði eitt nevndarpláss. Mótuppskotið var viðtikið við einum lítlum meiriluta. Tískil var niðurstøðan tann, at formaðurin skal verða námsfrøðingur, í minsta lagi tveir aðrir nevndarlimir skulu verða námsfrøðingur og í minsta lagi ein skal vera hjálparfólk. Formaður fyri felagið hevur altíð verið námsfrøðingur, og tað hevur eisini altíð verið eitt hjálparfólk í nevndini, so tað broytir sum so ikki siðvenju ella dagliga raksturin nakað, annað enn at tað nú stendur skrivað í lógum felagsins.

Hóast lívligt kjak, har nógvar ymiskar meiningar vóru á lofti, so var fundurin hildin í góðum anda. Nevndin hevur enn nógv at arbeiða fyri, so allir limir í felagnum kenna seg javnt umboðaðar, og tað er so eisini eitt av fremstu málunum komandi árið. Eftir fundin var gjørt klárt til veitslu og undirhald langt út á kvøldið. Skemtiligi Rógvi B. Dam undirhelt meðan borðhaldið var, og ROX spældi síðani til dans langt út á náttina.

Viðmerk