Álitisfókafundur var mikudagin

Mikudagin savnaðust álitisfólk felagsins til regluligan fund. Hóast illfýsið veður og avlýsingar í samferðsluni, vóru tey mong, sum hattaðu sær á fund. Fundurin var í Smæruni. 

Á skrá vóru bæði skeið, framløgur og vitjan av Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum.

Jógvan Philbrow, formaður, Birita Jacobsen, umsitingarleiðari í Pedagogfelagnum og Bára S.Guttesen, málsviðgerði kunnaðu um søgu felagsins, limaviðurskifti og álitisfólkauppgávuna.

Anna Arnfríðudóttir Andresen sum er sálarfrøðingur hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum kunnaði um, hvussu eftirlitið arbeiðir við sálarliga arbeiðsumhvørvinum, hvar ein fráboðar og yvirskipað, hvussu ein fráboðan skal gerast. 

Annika Østerø, nevndarlimir, kunnaði um tilmælini, sum ein fylgibólkur hevur gjørt fyri Pedagogfelagið og Kommunalu arbeiðsgevararnar um “Tíð til annað arbeiði”. 

Øll tilmælini kunnu lesast her: https://pedagogfelag.fo/wp-content/uploads/2023/03/Endaligt-tilmaeli-Tid-til-annad-arbeidi_.pdf

Seinast á degnum fingu vit vitjan av Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum. Hon hevði fingið innbjóðing at kunna álitisfólk felagsins um, hvørjar ætlanir og visjónir sitandi Landsstýrið hevur fyri Almannaøkið.

Fleiri myndir eru á facebook vanga okkara. https://www.facebook.com/ForoyaPedagogfelag

———

Hevur tú, ella stovnurin har tú arbeiðir, ikki eitt álitisfólk? 

Um tú arbeiðir í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, í fólkaskúlanum hjá Almannaverkinum ella á líknandi staði og ert limir í Føroya Pedagogfelag, ert tú fevnd/ur av áltisfólkskipanini.

Eitt álitisfólk er ein trygd fyri rættvísum avgerðum í tínum setanarviðurskiftum og skal virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi.

Tey, sum ikki eru limir í Føroya Pedagogfelag ella eru limir í øðrum fakfelag, eru ikki fevnd av álitisfólkaskipanini hjá Pedagogfelagnum.

Um tú ert í iva, vegleiða vit teg fegin.

Ring til okkara á tlf.nr. 35 75 76.