Álitisfólkafundur undir serligum umstøðum

Í morgun hevur álitisfólkafundur verið fyri øll álitisfólk felagsins. 

Orsaka av umstøðunum við koronu, valdi nevndin at royna at stroyma fundin. Tískil vóru bert nøkur fá álitisfólk møtt í Smæruni, meðan størri parturin fylgdi við umvegis stroymingina.

Álitisfólkafundurin er eitt gott høvi at møtast at práta um leyst og fast, og um hvat rørir seg runt landið.

Álitisfólkini vóru kunnað um fyribilstøl í spurnakanningini, ið felagið ger í løtuni, umframt at kunnað var um sáttmálasamráðingarnar. ið standa fyri durunum. Umstøðurnar vegna koronu fylla sjálvsagt nógv.

Kanningin, vísir fyribils, at útvið 14 % av námsfrøðingunum hava verið hjá lækna seinastu 12 mðr., við illgruna um strongd. Tølini fyri leiðarar og hjálparfólk eru ávíkavís 9 % og 12 %. 

Øll kanningin verður almannakunngjørd í oktober.

FØROYA PEDAGOGFELAG