Fíggjarmálaráðið og kommunala arbeiðsgevarafelagið bróta ásetingina í sáttmálunum gjørda við Føroya Pedagogfelag um eftirlønir.
Avtalan er klokkuklár: eftirlønin hjá starvsfólki skal flytast í eftirlønarfelag sambært sáttmálanum.
Hetta er grovt brot á sáttmálan, og grovt brot á felags avtaluskipanina, ið skal tryggja ein skipaðan arbeiðsmarknað.
Óálítandi politisk skipan
Eftir fleiri hørð sáttmálastríð seinnu árini, hevur oftani verið havt á lofti í almenninginum, og til samráðingar, hvussu vit í felag kunnu skapa eina trygga skipan fyri allar partar.
Fortreytin er sjálvsagt, at partarnir hava álit á hvønn annan. Virða siðir og avtalur.
Men enn einaferð gongur arbeiðsgevarin egnar leiðir og fremur sáttmálabrot.
Hvussu skal álit á almennu skipanina kunna skapast og varðveitast, tá hon sjálv brýtir øll krøv hon setur til arbeiðstakara um álit?
Og hvar er politiska valdið, sum eigur at smíða álítandi amboðini til umsitingarnar at brúka, so tær ikki kunnu bróta ásetingar sum teimum lystir?
Eftirløn ikki eindømi
Setanarprógv – eitt einfalt skjal – er eitt annað dømi. Støðugt má Pedagogfelagið gera arbeiðsgevarin vart við, at arbeiðstakarin hevur rætt til eitt setanarskriv. Tað er heilt einfalt ein lóg sum ásetir, at starvsfólk skulu hava sentanarprógv.
Neyðugt hevur verið at tvinga arbeiðsgevaran at viðurkenna manglandi lønargjald, sambært sáttmálum, hóast óteljandi áminningar. Landsgrannskoðarin hevur enntá víst á, at almenni arbeiðsgevarin brýtur sáttmálan og avtalur. Framvegis rættar arbeiðsgevarin ikki sínar feilir.
Hetta rákið er ikki í minking, men heldur í øking.
Ferð eftir ferð skulu skipanir gerast, lógir smíðast um gerðarrætt, um fráboðanarfeistir, um seming, osfr. Tað skal eitast, at virðini og fólkið skulu verjast.
Men veruleikin er tann, at hesar skipanir bert verða settar í verk fyri at forða og seinka arbeiðstakaranum í at fáa síni rættindi vird. Tað er sjón fyri søgn.
Tann almenni arbeiðsgevarin, ið átti at gingið á odda í virðing fyri arbeiðstakaranum, gongur ístaðin á odda við niðurpíning og niðurbrótan av øllum samhaldsfasta og felags avtalum.
Úrslitið er óvirðilig kor til arbeiðstakaran.
Hetta er ikki tað “rættvísa” samfelagið okkara núverandi samgonga segði seg arbeiða fyri – hetta er ikki nakað “vit loysa saman”.
Vit eru væl ávegis inn í ein óskipaðan arbeiðsmarknað, sum kemur okkum øllum aftur um brekku.
Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag