Hjálparfólkini kunnu als ikki verast fyri uttan, og tey skulu hava nógv betri setanarsømdir, sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, men hann ávarar samstundis ímóti, at politikarar fara at gera sær dælt av støðuni og royna at linka krøv um námsfrøðiligt innihald á dagstovnum og serstovnum. Tí skal ásetingin í dagstovnalógini um býtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnunum heldur ikki linkast, sigur hann.
Ingolf S Olsen – PRESS
Tað tekur tvey ár at útbúgva ein námsfrøðihjálpara og fýra ár at útbúgva ein námsfrøðing, og ein námsfrøðihjálpari er bíligari í rakstri enn ein námsfrøðingur. Tí kundi tað verið freistandi at sett ferð á at útbúgva hjálparar fyri skjótari at bøta um stóra starvsfólkatrotið á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðinum og gera minni burtur úr at økja út boðið av námsfrøðingum.
Óttin fyri hesum er ikki fremmandur hjá Jógvani Philbrow, formanni í Pedagogfelagnum, tí av royndum veit hann, at vitan og áhugi fyri námsfrøði og námsfrøðiligum innihaldi er í minna lagi hjá flestu politikarunum.
Væl grundað áseting
Hann vissar tó um, at ein slík leið hevði fingið skarpan gang frá Føroya Pedagogfelag. Tí ongin skal sleppa at gera sær dælt av truplu støðuni.
Eitt dømi kundi verið dagstovnalógin frá 2000, har tað er ásett, at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkunum á einum dagstovni skulu vera námsfrøðingar. Tað hevur verri enn so borið til at halda hesa áseting tey seinastu nógvu árini, um nakrantíð, og í dag verður hildið, at tað stendur væl til, um helvtin av starvsfólkunum á einum dagstovni eru pedagogar. Dømi eru eisini um stovur, har ongin útbúgvin námsfrøðingur er.
Tann støðan kann tó ongantíð brúkast sum grundgeving fyri at linka ásetingina í dagstovnalógini, vísir Jógvan Philbrow á, tí einasta orsøkin til, at ásetingin yvirhøvur er har, er, at tað ikki var nóg mikið til av námsfrøðingum at manna øll størvini á dagstovnunum, tá lógin kom í 2000.
– At støðan bara er versnað síðan tá, er ein sannroynd, men tað merkir ikki, at týdningurin av fakligheit og námsfrøðiligum innihaldi er minkaður. Tí vildi tað verið eitt púra skeivt signal at sent, um onkur ætlaði at linka ásetingina í dagstovnalógini, sigur hann.
Hjálparfólk í føst størv
Samstundis sum Jógvan Philbrow vil verja borg, tá tað ræður um fakligheitina, so leggur hann dent á, at bæði dagstovnaøkið og serstovnarnir høvdu verið um ein háls, um ongi hjálparfólk vóru, og tí er tað meira átrokandi enn nakrantíð at betra arbeiðsumstøðurnar og sømdir hjá teimum. Eitt nú heldur formaðurin í Pedagogfelagnum, at tann stóri, støðugi kjarnin av hjálparfólki, sum er ein fortreyt fyri, at stovnstilboð yvirhøvur kunnu hava opið, eigur at virðismetast fyri hetta.
– Nógv av hesum hjálparfólkunum hava fast starv, men ikki øll. Tað er onki í sáttmálanum, sum forðar fyri, at øll ella í hvussu er næstan øll fáa boðið fast starv. Men tað vísir seg, at almenni setanarmyndugleikin dámar at hava leysar setanir. Tað er ein óskikkur, sum vit fegin vilja til lívs, sigur Jógvan Philbrow.
Umleið 1000 av teimum 2000 limunum í Føroya Pedagogfelag eru hjálparfólk, og í felagnum rokna tey við, at okkurt um 600 av teimum hava starvast sum hjálparfólk í nógv ár og oftast á sama arbeiðsplássi eisini. Hetta er tann støðugi kjarnin av dugnaligum og sera álitandi hjálparfólkum, sum eigur ein stóran part av æruni fyri, at námsfrøðiligi arbeiðsmarknaðurin ikki langt síðan er hoknaður undir stóra starvsfólkatrotinum. Síðan eru okkurt um 400 hjálparfólkastørv við títtari útskifting.
Tann landsalmenni og tann kommunali arbeiðsmarknaðinum í Føroyum hevur í nógv ár havt eina tilgongd upp á umleið 40 nýútbúnar námsfrøðingar um árið – teir 30 útbúnir í Føroyum og 10 í Danmark. Men frágongdin av námsfrøðingum og hjálparfólkum tilsamans liggur ímillum 50 og 60.
Fleiri støðug hjálparfólk
Sjálvt um tveir flokkar av námsfrøðilesandi nú verða tiknir inn um árið á Fróðskaparsetrinum, er tískil onki, sum bendir á, at starvsfólkabýtið tey næstu nógvu árini fer at koma nærri ásetingini í dagstovnalógini.
– Hjálparfólkini fara framhaldandi at vera eins týðandi og nú, og tí er tað eitt mál hjá okkum at vaksa um tann støðuga kjarnan við eini 300 hjálparfólkum og minka partin, har útskiftingin er títtari, samsvarandi. Tí tað krevur ógvuliga nógv av bæði námsfrøðingum og teimum støðugu og royndu hjálparfólkunum, tá nógv nýggj og óroynd hjálparfólk allatíðina skulu lærast upp.
– At eini 100 starvsfólk so javnt og samt koma og fara, er tó bara sunt, tí tað skal vera pláss fyri rekruttering, og at fólk líka koma inn at snodda til fakið og kanska fáa hug at útbúgva seg til námsfrøðing, sigur Jógvan Philbrow.