Námsvarpið vitjar 24 ára gamla Ara, ið hevur autismu, og mammuna Kristu
Longu tá Ari Brimheim var pinkubarn, og tey júst vóru komin heim av føðideildini, legði mamman, Krista Oddsdóttir Brimheim, til merkis, at hann kensluliga var øðrvísið enn pinkubørn flest. Hon er sjálv útbúgvin sosialnámsfrøðingur og sá skjótt onkur tekin um autismu, men hon hevði tó ongantíð sæð so smá børn við autismu. So í fyrstani vildi familjan vita, hvussu leikur fór. Tekini blivu tó fleiri og týðuligari, og tá Ari var tvey ár, var ikki longur nakar ivi um, at hann hevði autismu.
Ari er í dag ein glaður, vælvirkandi ungur maður. Tað er tó ongin sjálvfylgja. Barnaárini og serliga tannárini vóru mangan hørð og pínufull at koma ígjøgnum – hjá honum sjálvandi, men eisini hjá restini av familjuni, serliga systrini.
Við tolni, fakligu førleikunum hjá mammuni umframt professionellari hjálp og vegleiðing, røttum amboðum og ikki minst stórum kærleika frá øllum rundan um hann, eru tey komin heilskapað ígjøgnum.
Sum tannáringur vildi Ari ikki vita av diagnosuni, men í dag hevur hann sættað seg við, at hann er føddur við autismu, og at hetta serliga slagið av órógv fer at verða ein fylgisveinur restina av lívinum.
Men øll hava sítt, og Ari, sum nú er 24 ár, bæði hevur, er og rúmar so øgiliga nógv annað eisini.
Tí hevur avstigmatiseringin allarstørstan týdning fyri hann – tað, altíð at verða møttur sum menniskja, sum Ari, og ikki í fyrsta lagi sum ein, ið hevur autismu. Sum samfelag eru vit í so máta á rættari leið, heldur Ari, men enn er langur vegur á mál.
Nicodemus Líggjasson var á gátt hjá familjuni Brimheim í Tjarnardeild í Havn og fekk eitt gott og djúptøkið prát við Ara og mammuna.