Børnini í Tórshavnar kommunu aftur gloymd

Nú Tórshavnar býráð hevur havt fyrstu viðgerð av fíggjarætlanina fyri 2022 sæst, at ongar visjónirnar eru at hóma fyri dagstovnaøkið. Hóast ein lítil hækkan í játtanini á 7,2%, er hetta bert fyri at leggja upp fyri størri barnatalið og lønarvøkstri.

Útrokningarlykilin sum nýttur verður at áseta normeringina er óbroyttur frá 2021. Tó er lønarstigin hjá leiðarum hækkaður samsvarandi einum miðaltali.

Vit kunnu tí staðfesta, at landsins størsta kommuna ikki ætlar at bøta um korini hjá børnunum og sínum starvsfólkum.

Kommunan hevur tikið stig til at stovna ein móttøkustovn. Stovnurin skal taka ímóti børnum, sum fyribils koma at verða har, meðan bíðað verður eftir plássi í stovni, sum foreldrini hava ynskt. Hetta er eitt beinleiðis úrslit av bókingarskipanini BARN, sum kommunan brúkar at skipa barnatalið eftir. Fakfólk á økinum, serliga í vøggustovum, hava í longri tíð mótmælt hesari skipan.

Hetta er ein skipan, sum viðger børn og starvsfólk sum tøl í einum excel-arki. Hendan bókingarskipan tekur als ikki hædd fyri barnsins tørvi, tí fyrstu fetini hjá barninum inn í dagstovnin eiga at vera viðgjørd við nærlagni, umsorgan og støðufesti.

Fyrr í ár setti Tórshavnar kommuna ein bólk at hyggja eftir økinum – hetta var helst bert eitt roykslør, ið er ætlað fjala útyvir, at politikkarar ongar ætlanir hava at broyta nakað. Í øllum førum ikki til fíggjarárið 2022.

Tað, at ov nógv børn eru í skipnanini og alt ov fá starvsfólk, er ikki ein nýggjur trupulleiki.

Vit livdu í vónini, at Javnaðarflokkurin saman við Annfinn Brekkstein megnaði at fremja onkrar batar, men mugu vit bert staðfesta, at dagstovnaøkið/børnini í Tórshavnar kommunu ongan góðan eiga.

Fíggjarætlanin er ikki endaliga samtykt enn.