Covid-19: Her eru tíni rættindi

Dagført 18.03.2020 klokkan 10.45

Gevið gætur: Enn eru nógv ting ógreið, og tí hesa fyribils vegleiðing.

Í løtuni er ikki greitt hvussu einstøku kommunurnar, Almannaverk, skúlar og onnur arbeiðspláss fyrihalda seg til tilmælini frá Landsstýrinum. Vit mæla øllum til at fylgja vegleiðingini frá heilsumyndugleikunum um fyribyrging og reinføri annars.

Spurningar um arbeiði og løn/lønarmiss.

So leingi sum tú ikki fært onnur boð frá tínari leiðslu, skalt tú møta til arbeiðis sum vanligt.

Sleppir tú ikki til arbeiðis, tí arbeiðsgevarin hevur stongt títt arbeiðspláss, hevur tú rætt til løn.

Um tú fært boð frá leiðsluni, um at fara til arbeiðis á einum øðrum stovni, t.d. tí ein neyðansing verður skipað, ella tí arbeiðið verður umskipað, hevur tú skyldu at gera hetta.

Verður tú av heilsumyndugleikum koyrd/ur í sóttarhald, hevur tú rætt til løn.

Ert tú sjúkraskrivað/ur, hevur tú rætt til løn.

Fert tú í sjálvboðið sóttarhald, hevur tú ikki automatiskt rætt til løn.
Undir serligum umstøðum kann ein fáa lønina goldna, um ein fer í sjálvboði sóttarhald. Td. um ein kemur til Føroya úr útlandinum og heilsumyndugleikin viðmælir sóttarhald.

Starvfólk á dagstovnaøkinum, sum verða kallað inn at arbeiða fyri at halda “neyðpláss” opin, koma undir treytirnar í tilbúgvingini, og hava krav upp á ansingarpláss frá barnagarði/skúla eins og heilsu-& røktarstarvsfólk, um tey ikki hava aðrar møguleikar at fáa børnini ansað.

Tímaløntur

Ert tú tímaløntur, eigur tú at fáa løn fyri teir tímar, ið avtalað var at tú skuldi arbeiða.

Avtalaðar tímar, eru teir tímar sum tú munnliga ella skrivliga hevur avtalað við leiðsluna á arbeiðsplássinum at tú skalt arbeiða.

Feria:
Hevur tú planlagt at fara í feriu, skal tú halda tína feriu sum avtalað, eisini, sjálvt um tú verður sendur heim av arbeiðsgevaranum.

Tú kann snakka við tín arbeiðsgevara og spyrja, um tú kanst útseta tína feriu.

Kann ferian avbrótast? Arbeiðsgevarin kann, undir heilt serligum umstøðum, kalla teg inn aftur til arbeiðis. Korona pandemiin er at roknað sum heilt serligar umstøður. Tá eigur tú at fáa endurgoldið tína feriu.

Følir tú teg sjúka/n?

Um starvsfólk kennir seg sjúkt, og heldur at tekin eru um koronasmittu, svarandi til vegleiðingina frá heilsumyndugleikunum, SKAL starvsfólkið RINGJA til lækna.

Síðan skal starvsfólkið fylgja tilmælinum frá kommunulækna og landslækna, sum síðani taka avgerð um kanning og møguligt sóttarhald. Starvsfólk, sum verður smittað og/ella sett í sóttarhald, skal boða sínum leiðara frá støðuni.

Hugsa um egna ábyrgd

Vit heita á limir, sum arbeiða við borgarum sum eru í vandabólki, um at vísa eyka varsemi komandi tíðina.

Heitt verður eisini á allar limir um at taka stig til átøk í arbeiðinum og í frítíðini, ið stuðla uppundir vegleiðingina og tilmælini frá heilsumyndugleikunum.

Kunna teg um tilmælini frá Heilsumálaráðnum her:
https://www.hmr.fo/fo/arbeidsokir/heilsa-og-fyribyrging/corona-covid-19

og her: www.corona.fo