Dagstovnanámsfrøði í Føroyum. Tíðindaskriv

Tíðindaskriv

Á eykaaðalfundi hjá Føroya Pedagogfelag 11. mai 2019, varð m.a. kunnað um møguleikan at stovna fakligar áhugabólkar undir felagnum.

Í juni 2019 varð stig tikið til at stovna áhugabólkin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum. Umleið 40 fólk meldaðu seg sum lim í áhugabólkinum hetta kvøldið. Ein nevnd varð vald og hevur skipað seg soleiðis: Edda Hjartvarsdóttir, forkvinnu, Elin N. W. Tausen, skrivari, Jóna Guttesen, kassameistari, Alma á Lava, nevndarlimur og Ingerð Andreassen, nevndarlimur. 

Endamálið við áhugabólkinum Dagstovnanámsfrøði í Føroyum er at byrta uppundir samrøður/kjak um dagstovnanámsfrøði í Føroyum. At kveikja áhuga og at menna vitanina um dagstovnanámsfrøðina í Føroyum. Bæði hjá okkum sum starvast á økinum, og í samfelagnum sum heild. Dentur verður lagur á, áhaldandi at orða og miðla okkara dagstovnanámsfrøði.

Ætlanin er at fara kring landið og fáa innlit í teir tankar, sum liggja aftanfyri gerandis námsfrøðina, og hvat eyðkennir dagstovnanámsfrøði í Føroyum.

Fakligi áhugabólkurin er undir Føroya Pedagogfelag og hetta merkir, at allir limir í Føroya Pedagogfelag, eisini hvílandi limir, kunnu gerast limir í áhugabólkinum.

Miðað verður eftir at hava fyrsta limatiltakið í ár í viku 9.Tiltakið er bert fyri limir í áhugabólkinum. Tilmelding hjá nýggjum limum fer fram við at senda teldupost til:dagstovnanamsfrodi@gmail.com

Limagjaldi er kr. 100,00 um árið.

Vinarliga 

Nevndin í áhugabólkinum “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”