Dagur og Vika: Barnaverndarøkið má endurskoðast

Í Degi og viku mánakvøldið 17. februar verður ljós aftur varpað á umstøðurnar á Barnaheiminum.

Les eisini: Barnaverndarøkið í Føroyum má endurskoðast.

Prátað varð við Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagogfelag, og í sjónvarpsstovuna var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, komin at svara spurningum.

Jógvan Philbrow:

Tá eg fái limir inn á gólvið, grátandi, tí tey tingini tey verða biðin at gera, ikki standa mát við teirra fakligu vitan, ella eru í tráð við ta menniskjaligu vitananina, ið tey hava um tað einstaka barnið, og sum tey ikki halda vera til barnsins besta, tá haldi eg, at leiðslan er farin ov langt.

Dagur og Vika sæst her: https://kvf.fo/dv?sid=104944