Eindarleiðslur í Tórshavnar Kommunu verða møguliga samtyktar

Vit hava skilt, at fíggjarnevndin hjá Tórshavnar Kommunu, mikudagin endaliga skal samtykkja endarleiðslu-skipanina fyri TK.

Hetta undrar okkum, tí Tk hevur móttikið 455 undirskriftir frá starvsfólki, sum starvast innan dagstovnaøkið. Álilitisfólkini hava, aftaná tveir kunningarfundir mótmælt ætlanini um eindarleiðslu, og ein stórur partur av leiðarunum á dagstovnaøkinum í Tk kenna skipanina við eindarleiðarum, sum eitt misálit á seg sum leiðara.

Føroya Pedagogfelag mælir framvegis til, at ætlanin við eindarleiðslu verður slept.