Eldhugaðir limir leggja afturat námsfrøðini

Grein úr Pedagogblaðnum.

Fakligi áhugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum hevur havt fleiri tiltøk, síðan bólkurin var stovnaður fyri skjótt hálvum fjórða ári síðan, og øll tiltøkini eru onkursvegna skjalfest við greinum og myndum, so tey eisini kunnu verða til nyttu fyri eftirtíðina

Áhugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum

Á eykaaðalfundi hjá Føroya Pedagogfelag í mai 2019, legði formaðurin fram møguleikan fyri at stovna fakligar áhugabólkar. Limir í Føroya Pedagogfelag kunnu eftir § 14 taka seg saman í fakligar áhugabólkar. 

Ikki gekk long tíð, áðrenn fyrsti áhugabólkurin sá dagsins ljós. Eldhugaðir námsfrøðingar, leiðarar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum møtast nú regluliga og kunnu nørdast við tí, tey brenna fyri, gerandisnámsfrøði á dagstovnum í Føroyum.

Leisturin, áhugabólkurin ynskir at arbeiða eftir, er at fáa gerandisnámsfrøðina lýsta, bæði til íblástur og refleksjión. Og nevndin í áhugabólkinum setti sær longu á fyrsta fundinum fyri, at blaðfólk skuldi vera við til øll tiltøkini, soleiðis at skrivligt tilfar skuldi spyrjast burtur úr.

Vit vita tað væl, hava ofta havt tað á orði, at á Føroyskum dagstovnum hendir nógv áhugavert. Starvsfólk á ymisku stovnunum seta námsfrøðilig tiltøk og verkætlanir í verk, sum hóska til tann einstaka stovnin. Hesar verkætlanir og hesi tiltøk eru tað, sum drívur verkið og ger arbeiðið áhugavert.

Ein andsøgn kann vera í at møtast og nørdast um gerandisnámsfrøði, tá nógv starvsfólk ikki náa alt tað, tey ynskja, og til tíðir eru um at hokna undir starvsfólkatroti og vantandi játtan. Men námsfrøðin er ov týdningarmikil til at detta niðurfyri. Tí leggja vit stúranir og møði til viks eina løtu og møtast til tiltøk ymsastaðni í Føroyum.

Meira vit hoyra, meira vilja vit vita.

“Everyone wants to be appreciated, so if you appreciate someone, don’t keep it a secret.” – Mary Kay Ash

Fyrstu greinarnar eru nú at finna á Facebook, í Pedagogblaðnum og á bókasøvnum.

Síðan áhugabólkurin varð stovnaður, hevur áhugabólkurin søkt um peningaligan stuðul frá felagnum, og limagjaldið er 100 krónur um árið. Peningurin verður brúktur til greinaskriving, hølisleiðu og rættlestur og annað.

Leiðreglur

Ávísar ásetingar skulu verða fylgdar, fyri at ein áhugabólkur kann góðkennast av nevndini. Ein bólkur skal skipast innan fakligu áhugamálini á námsfrøðiliga virksiøkinum. Viðtøkur við endamálsorðing skulu gerast fyri bólkin. Limalisti skal førast fyri bólkin, og minst 20 limir í Føroya Pedagogfelag skulu tekna seg sum limir. Limagjald skal ásetast, og er eitt minstamark á 50 krónur um hálvárið ella 100 krónur um árið. Tó kann krevjast meira.

Fakligur áhugabólkur skal skipa seg við forfólki, skrivara og kassameistara, sum hava raksturin av áhugabólkinum um hendi. Á hvørjum ári áðrenn aðalfundin hjá Føroya Pedagogfelag skal felagið fáa boð um, hvør mannar nevndina í fakliga áhugabólkinum. Endamálsorðing og limalisti skal eisini leggjast við við váttan um goldið limagjald (til dømis kontoavrit, har tað greitt framgongur, at limir hava goldið inn). Hetta verður brúkt til at meta um, um bólkurin er virkin og eigur lut í árligu játtanini frá felagnum.

Stutt frágreiðing um, hvat er gjørt farna ári, og framtíðarætlanir kunnu eisini leggjast við, tó er hetta ikki ein treyt. Ikki er neyðugt, at bólkurin hittist “fysiskt”. Til ber til dømis at halda netfundir, Skype, Facebook ella líknandi.

§14. Fakligir áhugabólkar

Stk. 1. Við góðkenning frá nevnd felagsins kunnu stovnast fakligir áhugabólkar við limum, sum hava sama fakligan áhugað. Bólkarnir kunnu fáa fíggjarligan stuðul frá felagnum.

Stk. 2. Uppgávur áhugabólkanna eru:
– at virka fyri felagsligum samanhaldi millum limir áhugabólkanna og at stuðla hvør annan soleiðis
– at limirnir gerast alsamt meiri tilvitaðir, m.a. við at halda fundir og skeið
– at eggja til kanningar og stuðla kanningum arbeiðsøkinum viðvíkjandi
– at vera við at menna námsfrøðina

Stk. 3. Limir kunnu sjálvboðin og við at gjalda serstakt limagjald stovnseta og vera limir í einum ella fleiri fakligum áhugabókum.

Stk. 4. Fakligu áhugabólkarnir verða skipaðir eftir leiðreglum, ið nevnd felagsins hevur gjørt.

Stk. 5. Nevnd felagsins skal góðkenna reglugerðina hjá einum Fakligum áhugabólki.

Dagstovnanámsfrøði í Føroyum

Fakligi áhugabólkurin er undir Føroya Pedagogfelag. Hetta merkir, at allir limir í Føroya Pedagogfelag, eisini hvílandi limir, kunnu gerast limir í áhugabólkinum. Tiltøk, sum vit skipa fyri, eru bert fyri limir í áhugabólkinum. Tilmelding hjá nýggjum limum fer fram við at melda seg til á dagstovnanamsfrodi@gmail.com. Limagjaldi er 100 krónur um árið.

Í nevndini sita Edda Hjartvarsdóttir forkvinna, Elin N. W. Tausen skrivari og Jóna Guttesen kassameistari, Ingilín Berg og Ingigerð Andreassen nevndarlimir.

Endamálið við bólkinum er at birta uppundir samrøður/kjak um dagstovnanámsfrøði í Føroyum. Ynskið er at kveikja áhuga og saman blíva klókari og menna vitanina um dagstovnanámsfrøðina í Føroyum. Bæði hjá okkum, sum starvast á økinum, og í samfelagnum sum heild. Dentur verður lagur á, áhaldandi at orða og miðla okkara dagstovnanámsfrøði.

Hvat við at stovna fleiri áhugabólkar?