Eru kommunurnar brynjaðar til styttri skúladag?

Nú tað er samtykt at føroysk skúlabørn við byrjan av komandi skúlaárið kunnu koma at hava 2 tímar styttri skúlagongd um vikuna, skapar hetta ringvirkningar runt í samfelagnum.

Eitt stað sum heilt víst kemur at verða ávirka, og sum limir okkara kunnu koma at merkja, er á frítíðarskúlaøkinum, t.e. tey tilboð ið eru aftaná skúlatíð til yngstu skúlabørnini.

Hava kommunurnar lagt upp fyri at neyðugt verður at hækkað játtanina samsvarandi, ella hvørja støðu hava kommunurnar til komandi broytingarnar?

Komandi broytingarnar kunnu hava ymisk útfall.

-Frítíðarskipanirnar koma at hava longri opið við óbroyttari peningajáttan. Hetta merkir at tilboðini koma at hava munandi lægri námsfrøðiliga dygd, tí at starvsfólkið skal renna skjótari. Hetta gagnar ongum.

-Ella at kommunalu frítíðartilboðini fáa samsvarandi hægri játtan, sum ein styttri skúladagur kemur at kosta stovnunum, sambært verandi játtan. Hetta útfallið hevði haft tað ávirkan, at ikki er neyðugt at skera niður í námsfrøðiligu dygdini.

Føroya Pedagogfelag hevur somuleiðis sent fyrispurningin til Kommunufelagið eisini og vóna vit at ein loysn ið gagnar øllum verður funnin.

-Tilvildarlig mynd.