Javnan fáa vit fráboðanir frá limum sum ivast í, um tey fáa rætta løn. Í samband við lønarútgjøld, er altíð gott at gáa eftir, um tú fært rætta løn og um øll viðurskiftið annars eru í lagið.
Her eru nakrir lyklaspurningar, sum er skilagott at ansa eftir:
Rindar tú limagjald til Føroya Pedagogfelag?
Á Lønarseðilinum ber til at síggja um limagjald fer til fakfelagið. Hesin teigur eitur ymiskt hjá arbeiðsgevarum, t.d. Afturhildið arbeiðsgevari ella Limagjald. Ert tú í iva, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við Pedagogfelagið og/ella tín leiðara. Limagjaldi er 1,6% av lønini, ella mest 500 kr/mðr. Hevur tú goldið meiri enn 500 kr., í miðal, fært tú hetta endurrindað frá felagnum, við ársenda.
Fært tú ein lønarseðil?
Flestu arbeiðsgevarar senda lønarseðil umvegis MínBoks/Vangin ella sum t-post. Sum starvsfólk hevur tú krav uppá at fáa ein lønarseðil.
Er lønin røtt? Hevur tú fingið løn fyri alt tað tú hevur arbeitt? Er starvsaldur rættur? Skilagott er at skráseta tímarnar tú arbeiðir í tínum egna kalendara, fyri at kunna kanna, um alt er komið við.
Hevur tú nærlisið lønarseðilin? Tað er gott at nærlesa lønarseðilin hvønn mánaða. Stundum kunnu feilir henda av misgávum, ella í telduskipanum.
Er tín starvsaldur rættur? Starvsaldurin byrjar at telja beinanvegin, tú ert sett/ur í starv. Tú forvinnur bara starvsaldur, um tú ert í starvi meiri enn 15 tímar um vikuna. Um tú keypur tær frí úr starvinum, um tú ert í óløntum farloyvi og undir verkfalli/verkbanni, forvinnur tú ikki starvsaldur.
Á tínum lønarseðli eigur tú at síggja tín starvsaldur, og hvørjum lønarstigi tú fært løn eftir.
Eigur tú at fáa onkra viðbót? Um tú ert fastlønt/ur sæst viðbótargjaldið ikki altíð á fasta lønarseðlanum. Hetta kemur í ávísum førum sum eykagjald og á serstøkum lønarseðli. Hesar viðbøtur eru at finna HER, og verða eisini kallaðar ólagalig arbeiðstíð.
Nær verður løn útgoldin? Fastlønt fáa løn uml. 25. í hvørjnum mánaða. Ymiskt er, nær løn hjá tímaløntum verður útgoldin. Hjá kommununum fáa tímalønt útgoldið umleið 14. hvønn dag, meðan Almannaverkið flytir løn til tímalønt einaferð um mánaðin.
Hvat er munurin á yvirtíð og meirtíð? Yvirtíð fært tú, um tú arbeiðir í miðal meira enn 40 tímar um vikuna. Meirtíð er tað arbeiði tú útinnir millum tann brøkin tú ert sett/ur og upp til fulla tíð. Ert tú t.d. sett/ur í starv 30 tímar um vikuna, kanst tú arbeiða 10 tímar fyri vanliga tímaløn, áðrenn talan er um yvirtíð (40+ tímar).
Á nógvum støðum er siðvenja, at tímarnir tú arbeiðir frá 30 til 40 tímar skulu avspákast. At avspáka merkir, at tú hevur frí við løn, teir tímarnir tú hevur arbeitt ov nógv.
Fært tú røttu eftirlønina? Arbeiðsgevarin eigur at gjalda eftirlønina, sum eigur at koma omaná lønina. Eftirlønin verður sostatt ikki útgoldin í bankan, men verður sett á eftirlønarkonto/skipan. Eftirlønin er 12% hjá teimum, sum arbeiða hjá kommunum. Hjálparfólk hjá landinum fáa 12% í eftirløn, meðan pedagogar hjá landinum fáa 14% (løn frá Gjaldstovuni).
Frítíðarløn og frítíðarískoyti? Fastlønt/mánaðarlønt fáa frítíðarískoyti. Tímalønt fáa frítíðarløn. Ein uppgerð yvir hvat tú hevur forvunni í eftirløn, frítíðarløn ella frítíðarískoyti finnur tú á Borgaragluggin.
Tímalønt: Arbeiðsgevarin rindar 12% av hvørjari lønarútgjalding á frítíðarkontu hjá TAKS.
Mánaðarlønt: Arbeiðsgevarin rindar frítíðarískoyti á 1,5% av lønini + vanliga løn í frítíðini.
Frítíðarløn verður útgoldin í mai mánaða. Frítíðarískoytið verður somuleiðis útgoldið í mai.
Kunna teg meira her: TAKS.