Evniskvøld um relatiónir

Góðu námsfrøðingar

Námsfrøðingaráðið bjóðar øllum námsfrøðingum til evniskvøld um relatiónir.

Mikukvøldið 27. sep.  frá 18.30 til 21.00 í Snallubjallu, Skúlavegur 1 í Klaksvík.

Vit byrja kvøldið við suppu frá Gepetto.

Kl 19.00 kemur Jóhannes Miðskarð at hava ein fyrilestur um relatiónsarbeiði. Hvat er ein góð relatión, og hvussu umráðandi er ein góð relatión í okkara arbeiði. Lagt er upp til, at lutarkararnir eru virknir í kjaki og práti.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Tilmelding í seinasta lagi 20. september við at senda t-post til:

pedagog@pedagogfelag.fo

Námsfrøðingaráðið