Evniskvøld um Relatiónir

Námsfrøðingaráðið bjóðar øllum limum hjá Føroya Pedagogfelag til eitt evniskvøld um relatiónir.

Nær: Mikukvøldið 6. nov. klokkan 19

Hvar: Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

  Grønudalur 2, 950 Porkeri.

Vit byrja kvøldið við einum løttum ábiti og fáa vit eisini kaffi/te og okkurt lekkurt aftur við.

Jóhannes Miðskarð hevur ein fyrilestur um relatiónsarbeiði. Hvat er ein góð relation og hvussu umráðandi er ein góð relatión í okkara arbeiði. Lagt er upp til, at luttakararnir eru virknir í kjaki og práti.

Tilmelding áðrenn 31. okt . á middnátt við at senda teldupost til pedagog@pedagogfelag.fo

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Námsfrøðingaráðið