Fingrarnar vekk frá ALS

Føroya Pedagogfelag mótmælir hugskotinum at nýta ALS-grunnin til at fíggja verkætlanir, sum ALS-grunnurin ikki er ætlaður til.

Tað eru vit, arbeiðandi fólkið her á landi sum eiga ALS. Hetta er ikki ein politisk gávubúð, men trygdin hjá okkum verkafólki. Hetta er peningur, sum skal brúkast at standa ímóti við, tá ringar tíðir eru.

Føroya Pedagogfelag