Forkvinnan í Leiðararáðnum: Nei takk til fleiri herðaklapp

Mirjam Johannesen er móð inn at sálini av at tosa fyri deyv um politikaraoyrum um, hvat tørvar mest at gera á dagstovnaøkinum, tí tað hevur hon gjørt tey seinastu 12-15 árini. Hon er forkvinna í Leiðararáðnum hjá Føroya Pedagogfelag, og sigur, at vónloysi er orðið, sum best lýsir huglagið hjá nógvum dagstovnsleiðarum – men tað er als ikki bara galdandi fyri stovnsleiðararnar í Havn, leggur hon dent á.

INGOLF S. OLSEN – PRESS – Pedagogblaðið

Fult er, áðrenn yvir flýtur, sigur orðatakið, og hjá Mirjam Johannesen, forkvinnu í Leiðararáðnum hjá Føroya Pedagogfelag, fleyt bikarið yvir, tá hon lurtaði eftir Breddanum í Kringvarpinum mikudagin 17. Februar. Í sendingini kjakaðust Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, og Annika Olsen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri, um støðuna á dagstovnaøkinum í kommununi, sum aftur av álvara er komin í andglettin.

– At borgarstjórin bagatelliseraði støðuna, og fekk tað til, at tað bara var tann eini stovnurin í kommununi, sum hevði stórar trupulleikar, tað koyrdi meg ikki um koll, og eg helt, at fyrrverandi borgarstjórin hóast alt royndi at lýsa veruligu trupulleikarnar á økinum. Men so leyp ketan totalt av hjá báðum, tí nú var tað knappliga mest umráðandi í snarheit at byggja ein nýggjan stovn, útbyggja aðrar og lata meira enn 100 nýggj stovnspláss upp.

– Eg bleiv so karvandi óð, tá tey fóru at tosa um tað, tí er tað nakað, sum IKKI hevur skund at gera í Tórshavnar Kommunu, so er tað at lata fleiri stovnspláss upp á dagstovnaøkinum. Eg spyrji bara, hvør skal arbeiða har, og hvat skal tað námsfrøðiliga inni haldið vera, sigur Mirjam Johannesen.

Leggið tykkum fløt

Hon settist við knappaborðið og skrivaði eitt uppslag á Facebook, sum síðan er deilt 38 ferðir. Uppslagið hjá Mirjam Johannesen er ein áheitan á bæði landspolitikarar og kommunalpolitikarar um at leggja seg flatar í eyðmýkt og lurta og læra av tí, sum tey, ið arbeiða á dagstovnaøkinum og foreldrini, hava at siga. Hon staðfestir, at batar á dagstovnaøkinum ikki hava verið nóg høgt raðfestir í fleiri ár, men at tað júst eru politikararnir, sum kunnu gera munin, og hon endar uppslagið við hesum orðum:

“Nei, tit kunnu ikki ganda heitar hendur, men tit kunnu gera batar, sum veruliga hjálpa. Tit kunnu seta fleiri námsfrøðiflokkar inn á Setrið, tit kunnu betra lønina, eftirlønina og fyrireikingina av hesum týdningarmikla arbeiðinum. Tit kunnu raðfesta at brúka tykkara tíð at tosa um okkum, tit kunnu raðfesta okkum fram um tunlar og hallir, asfalt og betong.”

Fella frá av strongd

Mirjam Johannesen heldur, at tosið nú um, at tað hevur skund at lata fleiri stovnspláss upp í Havn, bara er ein staðfesting av, at politikararnir enn onki hava fatað.

– Vit skríggja eftir at fáa starvsfólk til verandi stovnar, og so tosa ráðandi kommunalpolitikarar í ramasta álvara um at byggja fleiri. Leiðarar og eisini starvsfólk á gólvinum trola ígjøgnum starvslýsingar at leita eftir størvum á heilt øðrum økjum, ella tey fella frá av strongd – strongd av alt ov stórari arbeiðsbyrðu, og sanniliga eisini av sálarligum maktarloysi og kroniskt ringari samvitsku, tí vit hava ikki neyðuga yvirskotið at fáa nøktandi námsfrøðiliga fakligheit við í okkara arbeiði. Nú eri eg í Leiðararáðnum, og eg má tíverri siga, at vónloysi man vera orðið, ið best lýsir huglagið hjá nógvum dagstovnsleiðarum í løtuni.

Mirjam Johannesen er sjálv sjúkrameldað vegna strongd frá sínum starvi sum leiðari á dagstovninum Sólareygað í Havn.

– Ja, eg fór knappliga eisini niður við flagginum og fyri fyrstu ferð í lívi num mátti eg langtíðarsjúkrameldast, sigur Mirjam Johannesen.

Ansing og ikki námsfrøði

Forkvinnan í Leiðararáðnum vísir á, at um ein kommuna ætlar at trossa veruleikan upp á handamátan, so gongur hon tilvitað ímóti dagstovnalógini, um hon ikki kallar barnið okkurt heilt annað enn dagstovn.

– Tá eg fari í Bónus, og har situr ein smádrongur við kassan, so eri eg blíð og góð við hann og krevji ikki, at hann veit hvar lambsryggirnir liggja, ella at hann veit, hvat Rizla tubbakspappír er ella okkurt annað merkiligt. Og farið eg inn á eina bensinstøð ella eitt bakarí, har tað verður tosað enskt, ja, so tosi eg enskt, tí eg virði tey og teirra førleikar, og ongin lóg krevur nakað annað av teimum.

– Men vit á dagstovnunum eru regulerað av eini dagstovnalóg, sum krevur námsfrøðiliga fakligheit. Tað krevja foreldrini sjálvandi eisini. So eg spyrji, hvaðani skal fakligheitin koma til tey nýggju stovnsplássini, býráðspolitikararnir í Havn ætla at byggja. Í hvussu er tað so, at fáa tey námsfrøðiliga fakligheit til nýggj stovnspláss, so hvørvur hon onkra aðrastaðni. Tí vit fiska øll úr sama grunni, og har er ongin tilgongd.

– Hetta hongur ikki saman, og tí havi eg eisini sagt, at um fleiri stovnspláss skulu latast upp í Havn nú, so skulu tey ikki kalla tað dagstovnar, tí dagstovnar skulu halda seg til dagstovnalógina. So tað má eita okkurt annað, okkurt, sum ikki er námsfrøðiligt – ein “ansingar stovnur” kanska, sigur Mirjam Johannesen.

– Politikararnir gera hetta fyri at tekkjast foreldrum, so uppaftur fleiri familjur flyta til høvuðsstaðin. Men aftur fyri verða vit og okkara fakligheit svartiper, og í veruleikanum verða báðir partar við sviðusoð, vit og foreldrini, tí foreldrini halda seg jú fáa meira enn bara ansing – tey vænta og krevja fakligheit, leggur hon afturat.

Sein á sjóvarfallinum

Hon er fegin um batarnar, sum nýggja samgongan hevur lovað, men samstundis sera hørm um, at politikararnir eru so seinir á sjóvar fallinum og ikki fyri nógvum árum síðan fóru undir at gera tað, sum var neyðugt at gera, og sum hon og onnur ferð eftir ferð hava gjørt vart við – heldur enn bara at lata dagstovnaøkið forfella.

– Tað kundi verið sloppið undan, at støðan bleiv so ring, sum hon er. Tí tað er hon, men siga vit tað hart, sum eg geri nú, so fáa vit ákoyringar fyri bara at vera negativ og fyri at tosa dagstovnaøkið niður heldur enn upp. Tað fáa vit ofta at vita, at vit mugu vera positiv og tosa hetta upp, men tað eru altso ikki vit, sum bara hava latið staðið til og latið vera við at gera alneyðugar raðfestingar, sigur Mirjam Johannesen.

Kundu verið 100 fleiri

Hon fýlist millum annað á, at upp tøkan av námsfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum ikki er økt fyri nógv um árum síðan.

– Tað er blivið lovað nærum á hvørjum ári, at nú skal ein eyka flokkur takast inn, men onki er hent. Vónandi verður lyftið um at taka ein eyka flokk inn í summar hildið hesa ferð. Men tað ganga fýra ár, áðrenn nakar av teimum kemur til arbeiðis. Vit hava rópt upp um hetta í áravís, og um tað bleiv lurtað eftir okkum fyri til dømis átta árum síðan, so vóru fýra eyka flokkar komnir undan nú, og tað høvdu verið okkurt um 100 námsfrøðingar fleiri á arbeiðsmarknaðinum, sigur Mirjam Johannesen.

Ikki bara í Havn

Hóast tað serliga er støðan á dagstovnaøkinum í Havn, sum er í andglettinum, so leggur forkvinnan í Leiðararáðnum dent á, at trupul leikarnir við vantandi raðfesting als ikki eru avmarkaðir til Tórshavnar Kommunu.

– Nú arbeiði eg sjálv í Havn, og tað var kjakið um støðuna í Havn, sum fekk mítt bikar at flóta yvir. Starvsfólkatrotið er størst her, og tí eru trupulleikarnar eisini mest sjónligir her. Men vantandi hugurin at raðfesta korini hjá starvsfólkunum á dagstovnaøkinum er generellur fyri alt landið.

– Tað eru nógvir stovnar á bygd, har starvsfólk og børn trívast, og øll eru glað – í hvussu er at síggja til – men eisini har eru lønirnar alt ov lágar, og tað eru eisini teir fægstu stovnarnir á bygd, um nakar, sum klárar at halda ásetingina í dagstovnalógini, at tveir triðingar av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar, sigur hon.

Sleppa sær undan

Mirjam Johannesen heldur, at um kommunurnar veruliga meintu allan vælviljan, tær siga seg hava mótvegis starvsfólkunum á dagstovnaøkinum, so var lagamanni hjá hvørjari einstakari kommunu at vísa tað í verki.

– Vit fáa ofta at vita, hvussu fantastisk, vit eru, og alt tað góða arbeiðið, vit gera, sum samfelagið ikki kann vera fyri uttan. Men eg vil ikki hoyra tað longur, eg orki tað ikki – nei takk, gev okkum handling og sømilig kor heldur enn herðaklapp og løn í himmiríki.

– Nú, tá Løgtingið ætlar at lyfta lønarstøðið, eru øll knappliga samd um, at lønirnar eru ov lágar, eisini kommunalpolitikararnir. Men hví hava teir so ikki langt síðan sjálvir hækkað námsfrøðingalønirnar og latið viðbøtur, har tað er náttúrligt? Nei, tá sleppa teir sær undan og vísa til sáttmálan, men talan er um ein minstulønarsáttmála, so onki er í vegin fyri, at til dømis Tórshavnar Kommuna bjóðar hægri løn, tá nú trupulleikarnir eru so eyðsýndir her, og borgarstjórin sigur jú, at pengar ikki eru nøkur forðing, sigur hon.

Ynski um viðbøtur

Viðbøtur av ymiskum slag kundi verið eitt hent amboð at havt, heldur Mirjam Johannesen – í hvussu er sum eitt plástur á sárið – tá arbeiðsuppgávurnar fara út um tað, sum starvsfólkini reelt eru sett í starv at gera.

Tað verður eitt nú lagt nógv eyka arbeiði á námsfrøðingarnar og tey royndu hjálparfólkini orsakað av starvsfólkatrotinum. Millum annað ger skeiva býtið ímillum námsfrøðingar og hjálparfólk á stovnunum, umframt at útskiftingin av hjálparfólkum er nógv títtari samanborið við námsfrøðingarnar, at nógv tíð skal brúkast uppá upplæring.

– Hjálparfólkini eru sum oftast stak dugnalig, men ongin dugir alt beinanvegin. Vit læra tey nógv av tí praktiska arbeiðnum og eisini tað grundleggjandi námsfrøðiliga arbeiðið, so sum læruna um trygt tilknýti, relasjónsarbeiði, um týdningin av góða foreldrasamstarvinum og sovorðið.

– Tað er bæði rætt og rímiligt, at námsfrøðingar og roynd hjálparfólk fáa viðbót fyri upplæring, og tað eru fleiri onnur dømi um arbeiðsuppgávur, har viðbøtur eftir mínum tykki eiga at verða. Í øllum øðrum faklærdum yrkjum er tað ein sjálvfylgja, at viðbøtur verða lætnar fyri tað, sum má roknast at liggja uttanfyri tað vanliga arbeiðið, sigur Mirjam Johannesen.