Føroya Pedagogfelag vrakar semingsuppskotið

Vit hava í dag boðað Semingsstovninum frá, at vit vraka semingsuppskotið. Orsøkin er, at uppskotið ikki vísir ein vilja at loysa stóru avbjóðingarnar við starvsfólkatroti á námsfrøðiliga økinum.

Sjálvt Búskaparráðið hevur víst á, at stóra starvsfólkatrotið innan námsfrøðina gerst alsamt verri. Hetta má ein sáttmáli tí taka hædd fyri.

Vit fóru undir samráðingarnar við tí í huga, at tryggja okkara limum nøktandi arbeiðsumstøður, soleiðis at starvsfólk ikki kenna seg noydd at gevast, og soleiðis at ung fólk fáa hug at gerast námsfrøðingar. 

Arbeiðsumstøðurnar hava fylt nógv í allari tilgongdini, eisini nú undir semingini. Men semingsuppskotið ger einki fyri at bøta um umstøðurnar. Heldur ikki fíggjarligi parturin er nøktandi. Vit máttu tí staðfesta, at um vit veruliga vilja, at fólk skulu velja námsfrøðina til, ber ikki til at góðtaka uppskotið.

Okkara limir taka sær av teimum veikastu, og av børnunum, ið eru okkara framtíð. Tí kunnu vit ikki góðtaka, at trupulleikarnir verða útsettir ferð eftir ferð, og bara vaksa seg størri og størri.

Tað er ábyrgdin hjá okkum, arbeiðsgevarunum og Semingsstovninum at fáa menniskjaligt haldføri inn í sáttmálan. Okkara limir mugu hava møguleika at røkja sítt starv nøktandi. Hetta skylda vit teimum, men eisini bæði verandi brúkarum og komandi ættarliðum. 

Vit heita tí á Semingsstovnin, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um at endurumhugsa sína støðu, og ikki bert at hugsa um dagsins Excel ark. Lat okkum seta okkum saman at gera eina avtalu, ið roynir at loysa veruligu avbjóðingarnar.

Sáttmálin hjá okkum fór úr gildi 1. oktober í fjør. Tí er støðan sjálvandi ikki haldbar. Vit velja tó ikki nøkur stríðsstig enn, tí vit enn hava eina vón um, at arbeiðsgevararnir eisini skilja, at ein trupulleiki bert veksur, um hann verður útsettur til næstu ferð.

FØROYA PEDAGOGFELAG