Fráboðan til allar limir

Nú Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst arbeiðssteðg fyri allar limir felagsins, skal nevndin í Føroya Pedagogfelag boða frá, at noktað verður limum felagsins at upptaka arbeiði, sum annars skuldi verið gjørt av sjúkrarøktarfrøðingum.

Hetta er galdandi fyri allar limir, sum arbeiða á stovnum hjá landinum, og starvast eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Limir, sum arbeiða eftir sáttamála millum Føroya Pedagogfelag og KAF eru ikki fevndir av hesari fráboðan.

Nevndin.