Fráboðan um samhugaverkfall

Føroya Pedagogfelag boðar hervið frá, at sáttmálasettu limir í Føroya Pedagogfelag, fara í samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá mánadegnum 9. November 2020 kl. 8.00 til mánadagin 9. November 2020, klokkan 20.00.

Verkfallið er galdandi fyri allar limir felagsins, sum starvast sum námsfrøðingar knýttir at serstovum í fólkaskúlanum, námsfrøðiligir stuðlar og hjálparfólk sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.

Føroya Pedagogfelag