Fyri barnsins besta

Dagstovnaráðið, heimilað í lógini um dagstovnar og dagrøktir hevur í dag handað landsstýrismanninum í Barna- og undirvísingarmálum álit við heitinum “Fyri barnsins besta”, ið hevur 15 tilmæli, ið skulu vera við at styrkja dagstovnaøkið, nú trot á dagstovnanámsfrøðingum hevur staðið við í mong ár.

Føroya Pedagogfelag hevur havt tvey umboð í dagstovnaráðnum, Edda Hjartvardsdóttir og Julianna Næs.

Felagið var eisini umboðað til handanina av tilmælinum og framløgu av innihaldinum.

Vit eru spent at vita á hvønn hátt tilmælini veruliga kunnu setast í verk í framtíðini á dagstovnaøkinum.

Alt tilmæli sæst her.