Fyrsti samráðingarfundur avtalaður

Í dag er 1. oktobur. Dagurin í dag er tískil dagurin, har sáttmálarnir hjá okkum við arbeiðsgevararnar ganga út. Í hesum sambandi hevur felagið sett pørtunum fyri arbeiðsgevararnar stevnu fyri at gera nýggjar sáttmálar. Fyrsti fundur er avtalaður at vera í viku 41.

Á álitisfólkafundinum 15. septembur, vóru álitisfólkini kunnaði um raðfestingarnar hjá nevndini til komandi samráðingarumfar.

Tað, at sáttmálin gongur út, merkir ikki, at tú ikki skalt møta til arbeiðis í morgin. Sáttmálin er galdandi, so leingi sum partarnir eru samdir um, at grundarlag er fyri at samráðast um nýggjan sáttmála og eingin partur hevur lýst stríðsstig.

Nevndin metir, at krøvini taka hædd fyri tí samfelagsligu støðu vit eru í, grundað av Covid-19 farsóttini, og at ikki nógv eigur at skilja partarnar, at røkka einari nýggjari semju.