Gjógvin veksur, og rættvískenslan minkar

Oddagrein. Jógvan Philbrow, formaður.

Enn sita vit við samráðingarborðið – men vit eru farin at spyrja okkum, hvussu leingi vit skulu lata tolið ráða, og um vit yvirhøvur skulu taka medábyrgd fyri, at tey, sum vald eru at stýra hesum landinum, stýra seg og okkum øll út av eggini.

Undir verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum gjørdu vit saman við fleiri øðrum fakfeløgum vart við, at samráðingarleisturin hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum var átaluverdur. Flest okkara uppliva, at samráðingar bara eru eitt eiti. Tær eru ikki veruligar, tí karmurin er so fastlæstur, at sjálvt smálutir kunnu ikki førkast, og tað ber ikki til at gera avtalur, ið leggja upp fyri serligum viðurskiftum hjá einstøkum feløgum.

Samstundis er samráðingarleisturin merktur av, at langt er ímillum stuttar fundir, har tað síðan er ivasamt, um samráðingarfólkini hava neyðugu heimildirnar og rásarúmið at kunna gera skilagóðar semjur.

Okkara sáttmálamótpartur, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, kemur ikki á samráðingarfundirnar við nøkrum framskygdum hugsjónum fyri okkara virkisøki. Í hvussu er hava vit ilt við at fáa eyga á tær. Teirra uppgáva tykist vera óbroytilig, sum rist í stein, nevniliga at sum minst skal broytast. Status Quo skal varðveitast.

Men tað kemur ikki av ongum, at politikararnir hava ásannað tørvin á einum lønarlyfti. Tað er ein viðurkenning av, at alt ikki er í lagi. Og tað er rætt, tí alt er verri enn so, sum tað eigur at vera.

Formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur skrivað, at hann hevði ynskt, at lønarlyftið bleiv gjørt øðrvísi – sum ein partur av einum meira smidligum karmi. Hesum eru vit ikki ósamd í, tí tað eru fleiri viðurskifti hjá okkara limum, ið treingja til at verða dagførd.

Men har gerst onki, tí tað er ikki rúm fyri at gera nakrar broytingar, uttan so at vit gjalda fyri tað við at taka av okkara egna lønarkarmi. Og tað er tað enn minni rúm fyri, hyggja vit eftir lønarlagnum. Har eru vit øll eftirbátar – hjálparfólk, námsfrøðihjálparar, námsfrøðingar og leiðarar. Eisini í eftirlønini eru vit eftirbátar, okkara eftirlønargjøld eru millum tey lægstu í landinum. Og tímalønin er eisini lág samanborið við onnur fakøki við líknandi útbúgvingarstigi og ábyrgd.

Lønarlyftið er sjálvandi kærkomið og hjálpir upp á støðuna hjá tí einstaka liminum, men tað hjálpir í roynd og veru ikki uppá bygnaðarligu trupulleikarnar, sum eru í skipanini, millum annað at tað í nógvum førum hvørki eru logiskar ella sakligar grundir fyri lønarmunum og munum í arbeiðsviðurskiftum annars á arbeiðsmarknaðinum.

Fá tykjast hava hugsjónir og dirvi, at royna at loysa hesar trupulleikarnar. Vit síggja longu nú avleiðingarnar av stívrenda samráðingarháttinum, sum almennu arbeiðsgevararnir tvíhalda um, tí fleiri sáttmálar eru longu undirskrivaðir – sáttmálar sum í útgangsstøðinum hava ógvuliga ymiskar lønir, men kortini verða trýstir inn í ein og sama lønarkarm. Úrslitið sigur seg sjálvt, lønarlagið verður uppaftur meira skeiklað, og lønarlyftið, sum ætlaðist at skula javna lønarmun, tað verður jú ikki regulerað við lønarkarminum og hevur tískil longu mist nógv í virði.

Fyri okkum er tað eyðsýnt, at nýggjar hugsanir mugu vinna frama, um vit vilja sleppa undan støðugt vaksandi óskili á arbeiðsmarknaðinum. Gjógvin millum hálønt og láglønt gerst bara størri, og rættvísiskenslan minkar samsvarandi.

Um politiska skipanin ikki tekur sær um reiggj og bjóðar inn til veruligan dialog um grundleggjandi broytingar á arbeiðsmarknaðinum, so fara vit at fáa støðugt fleiri sáttmálaósemjur, verkføll og framhaldandi flýggjan úr láglønarstørvunum.

Hetta hendir samstundis, sum øll eru so hjartans samd um, at okkum tørvar hesi fólkini, tí samfelagið steðgar upp, um tey ikki eru til arbeiðis.

Eina løtu kann innflutt arbeiðsmegi kanska halda skútuni lens, men tað er ikki nøkur haldfør loysn. Tey eru her til láns, og kunnu rýma eftir eini løtu, um umstøður, sum vit ikki eru harrar yvir, broytast tað minsta.

Nú steðga vit so á við samráðingunum í nakrar dagar, og fari eg at enda at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Les alt Pedagogblaðið HER.