Góðu limir á dagstovnaøkinum, frítíðarskúlum og skúlaøkinum

Mánadagurin 20. apríl 2020 nærkast og hevur Føroya Landstýri boðað frá, at ferðin spakuliga skal setast upp aftur í samfelagnum. Í hesum sambandi hevur landsstýrið avgjørt at dagstovnar, frítíðarskúlar og yngstu børnini í fólkaskúlanum byrja aftur.

Hesi boð komu júst sum vit øll vóru á veg í páskafrítíð. Vit vita, at hetta hevur skapt ávísan fjáltur og sett tankar í gongd. Tað er í lagi, at hava hesa kensluna, tí støðan er so álvarslig og eingin kennir framtíðina við korona smittuni.

Í okkara starvi er ikki møguligt at halda fjarstøðu frá barninum ella borgaranum. Hesi skulu hava umsorgan. Tey skulu hava klemm, haldast í hond, nøsin turkast og blæur skulu skiftast. Hetta hevur við sær, at tit vera sett í størri smittu vanda enn tey, ið arbeiða heiman. Um tú ert stúrin um at fara til arbeiðis, mæla vit tær til at tosa við tína leiðslu og álitisfólk og í felag finna eina loysn.

Samfelagið hevur tørv á okkum nú. Latið okkum standa saman og taka eitt tak fyri hvønn annan og samfelagið. Tó skal hetta verða gjørt í tryggum og væl skipaðum umstøðum.

Tað er givið, at tá stovnarnir lata upp aftur 20. apríl, so verður tað ikki undir vanligu umstøðunum, men verður ein nógv broyttur gerandisdagur. Hetta skal alt skipast komandi dagarnar.

Tað er serliga Koronaráðið undir Arbeiðseftirlitinum, ið ger leiðreglur fyri, hvussu farast skal fram á dagstovnum, frítíðarskúlum og skúlum eftir 20. apríl. Vit í nevndini í Føroya Pedagogfelag royna at ávirka leiðreglurnar soleiðis, at tit kunnu vera trygg við at fara til arbeiðis aftur og at tryggja at tað námsfrøðiliga verður hugsað inn í leiðreglarnar.

Koronaráðið hevur givið okkum lyfti um, at vit, saman við øðrum pørtum, verða hoyrd í mun til tær yvirskipaðu leiðreglurnar, sum stovnar skulu skipa sítt virksemi eftir. Hetta arbeiðið varð ikki byrjað tá landsstýrið avgjørdi at seta ferðina upp, og tí er alt ikki komið í rættlag enn, og eru nógvir leysir endar. Koronaráðið hevur avgjørt, at donsku leiðreglurnar verða tillagaðar til føroysk viðurskifti. Føroya Pedagogfelag hevur ikki sæð nakað upprit til leiðreglarnar enn (13.04.2020 kl. 21.30)

Vit vóna, at hetta arbeiðið verður skjótt klárt, soleiðis at tað verður øllum greitt, hvussu arbeiðið skal skipast eftir 20. apríl.

Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag
Jógvan Philbrow, formaður.

Mynd: ww.arb.fo