Hava vit umsorganarkreppu á dagstovnaøkinum?

Her er ein grein, prenta í kjakteiginum í Sosialinum 18. august 2023. Vit hava fingið loyvi frá Gretu Jiménez at leggja hana út her.

Tey seinastu tjúgu árini hevur dagstovnaøkið og tann kreppa, sum tykist eyðkenna økið, verið kjakevni í nógvum miðlum. Leiðarar eru farnir úr starvi. Økinum vantar námsfrøðingar. Tá ið Tórshavnar kommuna setti eindarleiðslu í gildi í kommununi, skrivaðu 455 av teimum, sum arbeiddu á dagstovnum, undir eitt mótmælisskriv hesum viðvíkjandi. Og í ár eru umsóknirnar til útbúgvingina nógv færri enn væntað. Hvat snýr henda kreppa seg veruliga um? Við støði í mínari Ph.d-ritgerð skal eg vísa á tveir mátar, sum vit kunnu skoða dagstovnaøkiskreppuna. Annar mátin sær dagstovnaøkið úr altjóða sjónarhorni, hin úr staðbundnum sjónarhorni.

Síðan 1990’ini, og sum liður av neoliberalisering av statsstovnum, hevur altjóðasamfelagið, m.a. OECD, ES og onnur tvørtjóða umboð, gjørt sær stórætlanir á smábarnaøkinum. Dagstovnaøkið er vorðið eitt vælferðartilboð á sama støði sum aðrar vørur og tænastur, sum staturin bjóðar – við íblástri úr vinnulívinum. Dagstovnarnir eru vorðnir partur av landsins útbúgvingarskipan, og tað verður væntað, at teir kunna slíta sosialan arv og framleiða skúlaklár børn og í framhaldi av hesum virkisføra framtíðararbeiðsmegi. Til tess at møta hesari væntan roynir ein at tillaga og kanna námsfrøðiligt yrkisføri og virki vísindaliga og búskaparliga (økonomisk), t.e. sokallað góðskutrygging, og í kjalarvørrinum av tí fylgir nógv nýggj sosialtøkni, sum helst skal stýra dagstovninum rættan veg, til dømis málroynd, trivnaðarmátingar, læriætlanir, góðskufrágreiðingar, uppkast til námsfrøðiligt virki og slíkt. Nógvir granskarar hava grundgivið fyri, at hesi tiltøk hava við sær, at yrkisdugnaskapur námsfrøðingsins verður gjørdur til einkis, og programmatiskar tilgongdir í gerandisdegnum koma í staðin fyri ta fakligu metingina. Eg sigi tað soleiðis: stórur partur av tí umsorganararbeiði, sum námsfrøðingar gera, fellur uttan fyri vísindaligt og búskaparligt málbrúk – tað er heilt einfalt mark fyri, í hvønn mun námsfrøði kann vísinda-gerðast. Umsorganararbeiði og námsfrøðiarbeiði eru fyribrigdi so tætt knýtt at ávísari støðu og so sermerkt, tá ið tey verða framd, at tað hvørki er møguligt ella ynskjandi at orða almennar reglur fyri, hvussu tað skal útinnast. Sostatt verður tað rættiliga torført at prógva og skjalfesta námsfrøðiligt arbeiði

og umsorganararbeiði eftir búskaparligum og vísindaligum leisti. Hvussu skjalprógva vit vísindaliga, at námsfrøðingur uggar eitt grátandi barn? Hvussu kunnu vit áseta peningarligt virði á sjúkrarøktarfrøðing, sum heldur í hondina á doyggjandi sjúklingi? Júst hesar støður, sum eru eyðkendar fyri arbeiðið við menniskjaligum sambandi, verða lítilsgjørdar í búskaparligum og vísindaligum málbrúki. Henda lítilsgerð av umsorganararbeiði tykist hava havt álvarsligar fylgjur fyri arbeiðið við menniskjaligum sambondum alment og serstakliga fyri smábarnaøkið. Mítt vísindaliga uppáhald er, at nógvir námsfrøðingar tykjast kenna seg útbrendar, ónøktandi og máttleysar í kjalarvørrinum av, at umsorganararbeiðið verður alt meira búskaparliga og vísindaliga stýrt: fylgjurnar fevna um vantandi hendur sum part av effektivisering og lítilsgerð av kjarnaførleika námsfrøðings sum kærleika; fevna eisini um vánaliga løn og vantandi viðurkennig av tí krevjandi arbeiðinum við sambondum millum menniskju. Og tað eru ikki bara føroyskir námsfrøðingar, sum uppliva kreppu. Um allan heim tykjast early childhood education and care vera kreppurakt, úr Avstralia til Danmarkar, úr USA til Singapore. Í 2019 gjørdi tann avstralska United Workers Union eina kanning millum námsfrøðingar, sum seinni fekk heitið ”Exhausted, Undervalued and Leaving: The Crisis in Early Education”.

Hin mátin at skoða kreppuna í dagstovnaøkinum er úr staðbundna sjónarhorninum. Tað snýr seg um hvussu altjóða útbúgvingarpolitiska gongdin hevur ávirkan á staðbundnu viðurskifti. Eg vísi í míni ritgerð á, hvussu føroyska dagstovnaøki og eitt føroyskt námsfrøði hevur søguliga tikið seg upp: nevniliga sum ein samanvevjing av reformpedagogikki (sum er komið til Føroyar við námsfrøðingum útbúðnir í Danmark í 1970-80´unum) við eini bygdamentan og við serstøku føroysku náttúruni. Tað vísir seg, at hendan samanvevjing passar væl saman, og hevur skapað hugtøk sum sjálvbjargni (selvforvaltning) og demokrati, sum er avgerandi fyri námsfrøði sum heild í Føroyum. Í kjalavørrinum av hesum er íkomin ein slóðbrótar-andi og frælsi millum námsfrøðingar í 1970-80´unum – har var ein kensla, at tað tey gjørdu var avgerandi fyri samfelagið. Námsfrøðingar høvdu frælsi til at nýta sítt metingarevni saman við staðbundnu viðurskifti. Sum nú er, og við nógvari umtalu um kreppu, sær ikki út til at námsfrøðingar hava hesa kenslu. Tað er eisini lætt at skilja, tí ein stórur partur av føroyska námsfrøðisliga virkirsførinum kann ikki lýsast hvørki búskaparliga ella vísindaliga: Hvussu kann bygdamentan ella føroyska náttúran viðursetast ella gerast til eitt búskaparligt hugtak? Hvussu kann kærleiki mátast vísindaliga? Og ynskja vit tað? Hevði tað havt nakað gott við sær?

Eg vísi í mínari ritgerð, at føroyskir námsfrøðingar, netupp vegna ta stóru ávirkan, sum bygdarmentan og náttúran hava á námsfrøðina, eru næstan heimsmeistarar í demokratiskari menning (demokratisk dannelse). Viðurskifti, sum tað er torført at ávísa við góðskufrágreiðingum og torført at útinna við námsfrøðiligum ætlanum. Úrslitið er, at júst hesi viðurskifti eru ókend fyri flestu føroyingar og fyri flestu føroysku námsfrøðingar. Eg havi til dømis í mínum kanningararbeiði hitt summi, sum halda, at danskir dagstovnar eru demokratiskari og professionellari. Í mínum eygum er tað ein misfatan. Tað er tí avgerandi, um vit vilja basa hesi umsorganarkreppu, at vit menna staðbundnar loysnir. Í fyrsta lagi skulu vit kanna samanspælið millum altjóða útbúgvingarrák og staðbundin viðurskifti. Til tess at gera tað mega vit bera fram og orða staðbundið virksemi, t.e. eina føroyska námsfrøði, so at vit hava eitt byrjanarstøði til at møta altjóðarákinum við. Í øðrum lagi noyðast vit at góðtaka, at stórir partar av umsorganararbeiði henda uttan fyri búskaparligt og vísindaligt málbrúk, og at dygd ofta finst uttan fyri okkara eftirlit. Vit skulu fegnast um júst tað, sum bygdarmentan og náttúra hava lært føroyingar í 1000 ár, nevniliga at tað er nógv til, sum vit ikki fáa stýrt.

Les ritgerðina her.