Havnin hevur ikki stovns pláss til øll børnini

Formaðurin í Føroya Pedagogfelag undrast á, at Tórshavnar Kommuna raðfestir nýggj stovnspláss ovast, tá tað nóg illa ber til at fáa fólk til verandi stovnar. Hann mælir kommununi til at síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at starvsfólkaorka er ikki til at bjóða stovnspláss til øll børnini, og hann heldur, at kommunan eigur at boða barnafamiljum, ið umhugsa at flyta til Havnar, frá hesum.

INGOLF S. OLSEN – PRESS– Grein úr Pedagogblaðnum

Borgarstjórin og alt býráðið í Havn má viðurkenna veruleikan, og sum støðan er nú, er veruleikin tíverri, at Tórshavnar Kommuna hevur ikki stovnspláss til øll børnini. Tað hevur hon ikki, tí hon hevur ikki nóg mikið av starvsfólki at tryggja, at verandi stovnar altíð kunnu hava opið og liva upp til normeringarnar, sum kommunan sjálv hevur ásett. Soleiðis sigur Jógvan Philbrow, nú tað aftur er kynt undir kjakið um støðuna á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu, og hann mælir borgarstjóranum og øllum, ið hava ábyrgd av dagstovnaøkinum í kommununi, til at vera erlig og kalla ein spaka fyri ein spaka.

Starvsfólkatrot

Mikudagin 17. februar kjakaðust Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, og Annika Olsen, fyrrverandi borgarstjóri, um støðuna á dagstovnaøkinum í kom mununi. Her helt Heðin Morten sen uppá, at støðan generelt er góð, og at tað bara er tann eini stovnurin, ið elvir til alt kjakið – tað er dagstovn urin í Maritugøtu í Hoyvík.

Borgarstjórin legði dent á, at tað ikki eru pengar, sum vanta í á dagstovnaøkinum, men starvsfólkaorka. Tað er ein trupulleiki, sum kommunan ikki fær loyst, segði hann, men sum má loysast við at útbúgva fleiri námsfrøðingar, bæði við at taka nógv fleiri námsfrøðilesandi inn á Fróðskaparsetrið og kanska lata upp fyri fjarlestri eisini.

Jógvan Philbrow er samdur í, at tað skulu útbúgvast fleiri námsfrøðingar og tað ongantíð ov skjótt. Men hann er ikki samdur í, at trupulleikarnar á dagstovnaøkinum í høvuðsstaðar kommununi kunnu avmarkast til bara ein stovn.

Hvør skal arbeiða?

Og hann undrast á, at bæði Heðin Mortensen og Annika Olsen, borgarstjórin undan honum, sum eisini var við í kjakinum, í næstu løtu bara gleivaðu upp um starvsfólkatrupulleikan og vóru samd um, hvussu nógvan skund tað hevði at útvega nýggj stovnsplass, millum annað við at byggja nýggjan barnagarð á Argjum og byggja út aðrastaðni.

– Hvør skal arbeiða har? Tey hava júst staðfest, at tað tróta námsfrøðingar og eisini hjálparfólk í ólukku mát, og so ætla tey sum tað fyrsta at útvega fleiri stovnspláss. Sjálvt um tey ikki hava skyldina av, at vit mangla námsfrøðingar í Føroyum, so er trupulleikin har kortini. Tað er altso ikki av ongum, at vit javnan hoyra um stovnar í Havn, sum mugu ringja eftir foreldrunum at koma eftir børnunum í ótíð, tí tað eru ov fá starvsfólk til at hava stovnin opnan, sigur Jógvan Philbrow.

– Eg skilji einfalt ikki, hvussu tey hugsa. Men tilflytarar blíva í hvussu er lumpaðir, tá kommunan billar teimum inn, at hon syrgir fyri stovnsplássi til børnini. Veruleikin er, at kommunan hevur ikki plássini, tí hon hevur ikki starvsfólkini til tey, leggur hann afturat.