Heiti stólurin: Hildur Krossteig Poulsen

Í heita stólinum, seta vit limum stevnu, at svarað nøkrum spurningum um seg sjálvan og sítt starv.

Spurningarnir sum settir verða eru m.a. hesir:
Hvussu eitur tú? Hvar arbeiðir tú? Hvat er títt starv? 

Hvussu hava heilsutilmælini ávirkað teg í tínum starvið? 

Hvussu hevur tað ávirka børnini/borgararnar? 

Onkur hugleiðing? 

Um tú hevur hugskot til spurningar, ella hvønn ið vit skulu seta í heita stólin næstufer, frætta vit fegin frá tær.

Navn:
Hildur Krossteig Poulsen                        

Hvar arbeiðir tú?
Eg arbeiði í Frítíðarskúlanum í Hoyvík. 

Hvat er títt starv?
Eg eri námsfrøðingur í Frítíðarskúlanum í Hoyvík. Eg og tveir starvsfelagar hava ábyrgd av 2. flokki.

Eg og mínir starvsfelagar tryggja, at børnini fáa ein jaligan, mennandi og stuttligan dag saman, eftir skúlatíð. Tá ið vit koma til arbeiðis um morgunin, skipa starvsfólkini og leiðarin dagin í felag. Aftaná tað veit eg, hvar mítt arbeiðsøki er fyri dagin. 

Vit hava nógv spennandi virksemi at bjóða børnunum. Okkurt liggur fast í vikuætlanini, meðan annað er av og á. Hetta er t.d.: Túrar, kreativur verkstaður, seyming, fimi, søguløta, vælvera og mangt annað. Um okkurt starvsfólk hevur hug at fara í djúpdina við einum evnið, eru góðir møguleikar fyri tí. Vit leggja stóran dent á, at børnini fáa tíð og rúm at spæla saman og skapa gott vinalag sínámillum.

Frítíðarskúlin er skipaður í aldurhóskandi og áhugaverdum krókum, har børnini kunnu fordjúpa seg í spælinum. Eg elski at arbeiða við hesum aldursbólki. Børnini eru sera ágrýtin, tey elska at fáa nýggja vitan og at læra okkurt nýtt hvønn dag. Vit viðurkenna og veita góða umsorgan fyri hvørjum einstøkum barnið, og tryggja, at tað fær ein góðan dag.

Hvussu hava heilsutilmælini ávirkað teg í tínum starvið ? 
Heilsutilmælini hava ávirkað sera nógv, tí vit arbeiða als ikki eins og áður.

Korona-tilmælini til skúlar og frítiðarskúla krevja, at vit eru bólkað sundur í smærri bólkar. Børnini eru í sama bólki í skúlatíð og í frítiðarskúlatíðini. Fyri at fylgja tilmælunum um fjarstøðu, varð neyðugt at fáa fleiri hølir at verða í. Tí húsast vit nú eisini í skúlastovum í Hoyvíkar skúla, her børnini eru fyrrapart. Farið verður út í eitt ávíst tíðarskeið, so reingerðarfólk kann koma inn at spritta øll borð, stólar og onnur støð, ið hendur nema við.

Børnini sleppa bara at spæla saman í bólkinum, tey eru í. Hetta hevur havt nakrar keðiligar hendingar við sær, fyri meg og fyri børnini. Eg eri hvørki saman við mínum starvsfeløgum, ella eri um hini børnini á stovninum, eins og áðrenn korona.

Tað er sera avbjóðandi at halda reinføri alla tíðina. Børnini skulu vaska hendur áðrenn og aftaná at tey hava spælt eitt spæl, og halda frástøðu alla tíðina. Vit síggja nógvar reyðar og turrar hendur í hesum døgum. Teir fyrstu dagarnir vóru strævnir. Tað kendist, sum mann gekk við peikifingrinum og áminti alla tíðina. Tað kennist, sum vit eru á legu hvønn dag, við frástøðu. Vit royna tó at hugna okkum. Vit eru nógv úti í náttúruni og práta nógv um støðuna.

Hvusssu hevur tað ávirkað børnini/ borgarnar? 
Eg meti, at tað ávirkar børnini. 

Børnini snakka nógv um hvat tey hoyra í fjølmiðlunum. Vit práta um tað saman í bólkinum, so prikkarnir fella eitt sindur upp á pláss. Børnini tillaga seg skjótt, dagurin er væl fyriskipaður og greiðar reglar eru á gólvinum.

Børn eru ymisk. Summi børn hugsa nógv og ímynda sær ymiskt. Hesi eru tískil meira stúrin um støðuna. Her havi eg prátað nógv við børnini um korona, og roynt at greitt teimum frá, hvat er veruleiki og hvat tey ikki skulu stúra yvir.

Børnini eru røsk at áminna hvønn annan, og at halda frástøðu. Í heilum hoyrir mann tey rópa ”korona, korona”. Okkurt barn segði so seint sum í gjár  “Eg orki ikki meira at hoyra um hatta korona, eg eri so troyttur av tí”.

Onkur er sera keddur, tí tey ikki sleppa at spæla við onnur enn tey, sum tey eru í bólki saman við. Tey sakna teirra floksfelagar og leingjast eftir einum normalum gerandisdegi aftur.

Hugleiðing?
Eg haldi, at tað er sera óheppið, at vit sum eru um børn á stovni og skúlum, ikki arbeiða eins við  børnunum. Man verður sera ørkymlaður av tí og gerst ótryggur.

Tað átti ikki at verið torført at givið hesum fakbólkum, sum eru um børnini í gerandisdegnum,somu mannagongd at ganga eftir. Eina mannagongd um, hvussu vit ítøkiliga skulu arbeiða og bera okkum at í hesi koronatíðini. Tað virkar sum tað er upp til hvørja einstaka leiðslu, hvussu man ber seg at, tað er ikki nóg gott.

Eg haldi tað hava stóran týdning, at vit námsfrøðingar skipa gerandisdagin á besta hátt í hesum koronatíðum. Ikki lata óttan vinna á okkara arbeiði, men royna at varðveita gleðina um tað pedagogiska arbeiði, so øll fáa ein góðan dag, og gleðast at koma aftur til  tað vanliga dagin eftir.

Korona er komið fyri at vera. Vit mugu heldur læra okkum at liva við tí, og fyribyrgja mest møguligt. Vit kunnu læra nógv av hesum, um ein líknandi støða skuldi komið aftur.