Heiti stólurin: Maibritt Simonsen

Vit fara nú at byrja ein nýggjan tátt á heimasíðuni. Her koma vit at seta limum stevnu, at svarað nøkrum spurningum um seg sjálvan og sítt starv.

Spurningarnir sum settir verða eru m.a. hesir:
Hvussu eitur tú? Hvar arbeiðir tú? Hvat er títt starv? 

Hvussu hava heilsutilmælini ávirkað teg í tínum starvið? 

Hvussu hevur tað ávirka børnini/borgararnar? 

Onkur hugleiðing?

Í hesum fyrsta uppslagnum, verður sjálvandi spurt um broytta gerandisdagin, nú Korona sjúkan hevur rakt alt samfelagið.

Um tú hevur hugskot til spurningar, ella hvønn ið vit skulu seta í heita stólin næstufer, frætta vit fegin frá tær.

Heiti stólurin:
Eg eiti Maibritt Simonsen og arbeiði á Eirargarði 16 B sum námsfrøðingur

Heilsutilmælini hava ávirkað meg og mínar starvsfelagar rættiliga nógv. Fleiri av búfólkunum á Sambýlinum eru í vandabólki. Tí mugu vit vera sera varin og umhugsin á øllum økjum. Vit hava greiðar mannagongdir at ganga eftir, bæði viðvíkjandi reinføri og atburði sum heild. Vaktarskemaið hjá okkum er  tillaga verandi støðu. Vit eru býtt upp  í toymir, sum arbeiða uppá skift, og hesi koma ongantíð í samband við hvørt annað. Hettar, so at øll ikki vera smittað í senn, og skulu í karantenu, um óhappið skuldi verið úti. Allar vaktir eru 12 tímar hettar tíðarskeiðið.

Ongin óviðkomandi hevur atgongd til sambýlið. Avvarðandi kunnu ikki koma at vitja, og búfólkini kunnu heldur ikki fara heim at vitja. So alt er meira friðarligt og øðrvísi, enn tað plagar at vera.

Sjálv havi eg sera lítið samband við nakran annan enn við mína nærmastu familju hesa tíðina. Tað hevur fyri tað mesta verið okkurt lítið ørindi ella at keypa inn.

Heilsutilmælini  ávirka búfólkini rættiliga nógv. Tey  sleppa ikki til arbeiðis og tey sleppa heldur ikki á verkstøðini, tá ið tey eru afturlatin. Tí eru tey fyri tað mesta innandurða. Tey eru eisini ávirað av, at ongin kemur á vitjan.

Annars hava vit her á sambýlinum verið so heppin, at tvær konsertir hava verið her. Ein við Jens Marna Hansen, og ein við Signari í Homrum. Tað dámdi teimum væl. Eisini hevur Sambýlið Eirargarður havt 40 ára føðingardag. Tá fingu vit køkur sendandi frá ymiskum, og tað vóru øll takksom fyri.

Maibritt Simonsen